Íleggjarar úr Dubai eru til reiðar at leggja einar fimm mia kr. á borðið fyri enska stórfelagið, Liverpool. Tosið hevur leingi gingið um, at Dubai International Capital, sum hevur onkrar av heimsins ríkastu monnum aftan fyri seg, skal keypa felagið, og nú váttar stjórin í Liverpool, Rick Parry, tíðindini.
- Báðir partar hava arbeitt hart við hesum. Beint nú verður juridiski parturin fingin í rættlag, og eg rokn ivið, at vit hava nakað ítøkiligt at siga hampuliga skjótt, sigur Parry við BBC.