Liverpool og Valencia snávaðu

Átta dystir vóru í Champions League-bólkaspælinum í kvøld. Serliga tvey úrslit komu heldur óvart á.

Í Istanbul í Turkalandi hevði Liverpool møguleika at bøta um støðuna í sínum bólki, har teir framvegis høvdu sín fyrsta sigur til góðar. Men triðja dystin eydnaðist eiheldur. Liverpool tapti dystin 2-1, eftir at Steven Gerrard fekk pyntandi málið í síðsta minutti.

 

Norska Rosenborg fekk eitt sera gott úrslit heima á Lerkendal Stadion í Tróndheimi, tá ið teir feldu stjørnunum úr Valencia. Úrslitið gjørdist 2-0 til norska felagið, sum harvið vann sær sítt fjórða stig, og nú liggur á øðrum plássi.

 

Á Stamford Bridge gjørdi Chelsea sína skyldu við at vinna 2-0 á Schalke 04, meðan Real Madrid vóru hepnir við at vinna 4-2 heima á Santiago Bernabeu ímóti Olympiakos, sum leikti í undirtali 80 minuttir av dystinum.

 

Úrslit og málskjúttar í kvøld:

 

AC Milan ? Shaktar Donetsk 4-1 (2-0)

1-0: Gilardino

2-0: Gilardino

2-1: Lucarelli

3-1: Seedorf

4-1: Seedorf

 

Benfica ? Celtic 1-0 (0-0)

1-0: Cardozo

 

Besiktas ? Liverpool 2-1 (1-0)

1-0: Hyypia (sjálvmál)

2-0: Bobo

2-1: Gerrard

 

Chelsea ? Shalke 04 2-0 (1-0)

1-0: Malouda

2-0: Drogba

 

Marseille ? FC Porto 1-1 (0-0)

1-0: Niang

1-1: Gonzalez (br.)

 

Real Madrid ? Olympiakos 4-2 (1-1)

1-0: Raul

1-1: Galletti

1-2: Cesar

2-2: Robinho

3-2: Robinho

4-2: Balboa

 

Rosenborg ? Valencia 2-0 (0-0)

1-0: Kone

2-0: Riseth

 

Werder Bremen ? Lazio 2-1 (1-0)

1-0: Sanogo

2-0: Almeida

2-1: Manfredini

 

 

Hvønn flokk fert tú at velja á fólkatingsvalinum 13. november?? KLIKK HER!!<a>