Liverpool skal spæla umaftur

Liverpool var sum vera man stórfavorittur ímóti Luton, tá ið liðini í dag møttust í Luton. Luton liggur til at flyta niður í fjórðbestu deildina, og tí var tað ein sigur hjá teimum at megna 1-1 ímóti Liverpool.

Langi Peter Crouch legði Liverpool á odda, tá ið 17 minuttir vóru eftir, men leiðslan helt bara í fýra minuttir. Norski John Arne Riise var óheppin at beina bóltin í egið net, og tá ið úrslitið gjørdist 1-1 er neyðugt við nýggjum dysti.

Luton hevði annars nógvar møguleikar at skora fleiri mál, og tað var uppiborið, at teir nú sleppa at royna seg á Anfield Road.

Fyri Luton hevur dysturin á Anfield Road nógv at siga, tí felagið júst nú stríðist í botninum av triðbestu deildini, har teir byrjaðu við -10 stigum. Felagið fær ein part av inntøkunum frá dystinum á Anfield Road, og hetta fer sjálvandi at merkjast fíggjarliga í lítla felagnum.

 

Hini úrslitini úr 3. rundu av FA Cup í dag:

 

Burnley - Arsenal 0-2

Derby - Sheffield W. 2-2

Fulham - Bristol R. 2-2

Stoke - Newcastle 0-0