– Lívið er for stutt til at krógva sín kropp

– Eg havi so nógv annað at bjóða upp á enn mín kropp, sigur Elisa Vang, sum gongur á odda fyri at vísa føroyskum kvinnum, at tað ikki er neyðugt at pakka sín búk ella aðrar kropslutir vekk á myndum og í almenna rúminum

Nógvar kvinnur aftra seg við at fara og svimja ella sóla sær, tí tær stúra fyri, at tær hava for stóran búk, lør ella armar. Hetta er for galið, meinar kropsaktivisturin Elisa Vang, sum áhaldandi roynir at gera upp við tað stigma og tann ágang, ið fylgir nógvum, serliga kvinnum, í dag – eisini kallað fat-shaming.

 

– Eg finni meg ikki í, at so nógvar kvinnur ikki skulu tora at sóla sær, bara tí tær hava yvirarmar og stóran búk. Onkur noyðist at traðka fram, sigur 35 ára gamla tvørakvinnan Elisa Vang.

 

Á sínum Instagram-vanga setur hon orð á hetta tabu-evnið, sum fyri nógvar kvinnur er ringt at snakka um. Hon pakkar einki inn, kemur við einum erligum glepsi, tá tørvur er á tí, og so heldur hon seg ikki aftur við at vísa myndir av sær sjálvari í bikini og tættsitandi yoga-klæðum.

 

Tað týdningarmesta fyri Elisu Vang er, at øll skulu kunna kenna seg væl í sínum kroppi, uttan mun til, hvussu hann sær út.

 

– Eg havi so nógv annað at bjóða upp á enn mín kropp. Mín kroppur er ikki áhugaverdur. Tí gevur tað í mínari verð slett ikki meining, at kroppar skulu fylla so nógv í tilvitskuni hjá fólki.

 

Í Summar-blaðnum hjá Sosialinum kanst tú lesa longri samrøðu við Elisu Vang um fat-shaming og body-positivity. Blaðið fæst í leysasølu kring alt landið.