Pætur H. Evenson og Róin Siggertson

Lívið sum spælimaður

Á heysti 1993 vóru vit tríggir ungir ósikrir føroyingar, sum hittust úti á Ungdoms Garantien onkra staðni úti tætt við Nordhavn Station í Keypmannahavn.

Pætur H. Evenson og Róin Siggertson

Allir tríggir vóru fluttir undan kreppuni í Føroyum, og allir høvdu vit verið aktivir í tónleikalívinum her heima.

 

Eg sjálvur rapprokkari í MC-Hár, Eyðfinn Drewsen í einum av fyrstu elektronisku tónleikaverkætlanunum DMG House Pumpers og poppdrongurin, tann peni og væl friseraði Róin S. Nielsen, helvtin av boyband duo’ini og favorittarnir hjá føroyskum kvinnum Róin og Magna.

 

Ungdoms Garantien var har fyri, at vit ungu arbeiðsloysu skuldu koma skjótt í arbeiði. Eg endaði sum telemarketing seljari í Jensenius Rengøringsmidler úti í Albertslund, Eyðfinn endaði sum teknikari í einum skúlaprojekti úti á Amager, har næmingar sluppu í studio at arbeiða við radio.

 

Hvar Róin endaði, veit eg ikki, men í dokumentarinum “Spælimaður við heimsins enda” greiddi hann frá, at tað var um hetta mundið, at hann fyrstu ferð fann seg sjálvan eftir at hava roykt ein joint.

 

Eg fór at hugsa um Eyðfinn í kvøld, tá eg hugdi at filminum um Róin Siggertson í einum fullsettum Oy. Hevði deyðin ikki tikið Eyðfinn frá okkum alt ov tíðliga, vænti eg næstan, at vit báðir vóru farnir til hendan filmin saman í kvøld.

 

Eg havi líka síðan hasa løtuna í Nordhavnini í Keypmannahavn fyri 32 árum síðan, altíð følt eitt serligt samband við Eyðfinn og Róin. 

 

Eg og Eyðfinn høvdu nógv samband, serliga í Nærvarpinum og í Føroya Húsinum. Men Róini fylgdu vit við. Vit sóu hann av og á, og hóast eg og Róin ikki fingu sama vinalag sum Eyðfinn og eg, so var okkurt slag av sambandi, ið er trupult at forklára.

 

Í kvøld slapp eg so at uppliva filmin, um spælimannin Róin. 

 

Vit eru langt frá tí poleraða Maxim Club pianistinum, ið eg møtti á Ungdoms Garantien.

 

Róin hevur livað eitt hart lív, og tað leggur hann ikki skjól á í filminum. Hann hevur stríðst, og tað hevur ikki verið lætt, hvørki hjá honum, ella teimum, ið eru rundanum hann. 

 

EItt stórt talent, ið hevur valt tónleikin sum sína lívsleið, og sum stríðist við tilveruna, uttan at fáa tað gjøgnumbrot, ið talentið kundi borið. 

 

Vit sum eru nóg gomul minnast, tá hann var stórfavorittur at gerast vinnari av Rock Idol á TV3, fyri síðan at verða valdur frá. 

 

Í filminum tosar hann eisini um hetta, og um tann niðurtúrin, ið kom aftaná. 

 

Tað sum rørdi meg mest í filminum, vóru fólkini rundanum Róin, mamman, ið uttan at døma og uttan hóvasták útstrálaði treytaleysan kærleika, pápin, ið við sínum praktiska kærleika var har og fiksaði hitan í kampingvogninum. Gamli vinurin Magni, ið ikki leggur so nógv í, um Róin er rúsaður, tá hann kemur á vitjan, ella um Róin møtir ov seint til konsertina, teir hava saman. Hann byrjar bara sjálvur og letur Róin koma tá, hann kemur. Ella Sissal – vinkonan, ið spyr, um hann ikki hevur tørv á onkrum, tá hann situr uttan streym í sínum kolonihavahúsi í Keypmannahavn. Unnustan, ið gjørdist mamma at dóttrini og síðan eks unnustan og ikki minst dótturin.

 

Har var so nógvur treytaleysur kærleiki, at mítt hjarta blotnaði.

 

Róin er sanniliga ein heppin maður, at hava tílík fólk um seg.

 

Pæltur H. Evensson hevur í filmi sínum fylgt Róini í trý ár, filmað upptúrar og niðurtúrar, enntá stóru lívsbroytingina, tá Róin í einum aldri um tey hálvthundrað gjørdist pápi.

 

Hetta er ein rørandi og vakur filmur. Hóast filmur ikki er tann miðilin, ið Pætur er mest vanur at arbeiða við, so hevur hann skapt eitt vakurt verk, ið rørir meg og kennist bæði erligt og viðkomandi.

 

Pætur hevur eisini dugað at valt góðar samstarvsfelagar. Einastandi dugnaligi klipparin Gorm Just, man eiga sín part av hesum verki, eins og gott fólk sum Rúni Friis Kjær, ið hevur litviðgjørt og Ólavur Jákupsson, ið hevur komponerað tónleik og gjørt ljóðmyndina.

 

Takk fyri Róin, at tú lovaði okkum inn um, takk fyri Pætur, at tú gloppaði hesar dyrnar inn til hesa tilveruna, og takk tit, sum vóru rundanum. 

 

Lagið veruleikin er ein afturvendandi partur av filminum, hesin sangur, ið Róin spældi inn til fløguna Rópið á skuggarnar, stutt fyri, at hann, Eyðfinn og eg hittust úti á Ungdoms Garantien í Norðhavini í Keypmannahavn.

 

Tá vit fyri nøkrum árum síðan løgdu Føroysku Rokksøguna fram í Føroya Húsinum, spældu Róin og Dánjal Gomez hetta lagið. Eg minnist, at eg hugsaði, hvussu nógv betri tað var, nú tað bleiv sungið við eini aðrari bagasju.

 

Pætur H. Evenson og Róin Siggertson