Gagnnýttu vit livrina úr fiskinum undan Føroyum, kundi tað økt útflurningsvirðið einar tvær mia. krónur Tað sigur granskarin Hóraldur Joensen við Kringvarpið.
Hann mælir til, at tað við lóg verður álagt skipum og bátum at taka bæði livur og rogn til lands. Eitt virki er á Eiði, sum kann taka ímóti allari livrini, og tí er einki at bíða við, sigur hann.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur sagt, at hann ætlar at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so alt tilfeingið verður gagnnýtt.