Fólk í hópatali keypa sangin ?Ramt I Natten? hjá føroysku Lizzie gjøgnum alnetið. Hon nærkast størstu søluni, sum nakrantíð hevur verið í Danmark - Sølan vísir, at hátturin við at keypa sangir av alnetinum av álvara hevur bitið seg fastan. Fólk vilja hava hittið, og er sangurin góður, so vilja tey fegin gjalda fyri hann eisini.
Tað gongur strúkandi við yrkisleiðini hjá Lizzie. Sangurin ?Ramt i Natten? gongur sum heitt breyð millum danir, og gongur alt sum ætlað, so skrivar føroyingurin søgu komandi vikuna. Hon nærkast nú sínum triðja platin.
Platin fær ein tónleikari, tá hann ella hon hevur selt 15.000 eintøk. Lizzie hevur við sanginum ?Ramt í Natten? ikki selt færri enn 42.500 og manglar tískil lítið í, áðrenn hon kann fáa sítt triðja platin-status. Talið er metstórt í Danmark, tí ongantíð áður hava so nógv keypt ein sang umvegis alnetið. Felagið ArtPeople væntar, at hetta megnar hon ta komandi vikuna.
- Vit eru bæði fegin og sera, sera errin, sigur Thomas Broge-Starck frá Art People við heimasíðuna www.jp.dk.