Ljóðbrot: Hanus Hansen keypt nýtt uppsjóvarskip

Sum skrivað fyrr í dag, so hevur P/F Næraberg hevur undirskrivað sáttmála um keyp av skipi til uppisjóar fiskiskap.

 

Talan er um skipið Research, sum er heimahoyrandi í Hetlandi. Skipið fær navnið Borgarin.

 

Skipið er bygt í 2003, men hevur samanlagt bert verið í rakstri í 3 ár, tí fiskiskapurin hjá Hetlendingum hevur verið skipaður soleiðis, at skipið bert hevur verið til fiskiskap 2 - 3 mánaðir um árið.

 

Research tekur umleið 2.700 tons av svartkjafti, er 14,5 m breiður og 78,5 langur. Maskinan er 10.500 hestakreftir.

 

Skipið kemur inn fyri Næraberg og verður á Klaksvík fyrrapartin týsdagin 14. februar.

 

Hoyr samrøðu við reiðaran, Hanus Hansen, við at trýsta á pílin undir myndini.