- Tað eru nøkur heilt fá atgongumerkir, sum eru eftir, so eg haldi næstan mann kann siga, at tað er útselt.
Tað sigur Petur Slyne, ið er ein av fyriskiparunum á festivlinum Voxbotn, ið verður í Vágsbotni 24. juni.
Ein av styrkin hjá festivalinum, sambært Petur Slyne, er, at festivalurin hevur eitt høvuðsnavn til hvønn aldusbólk, so tað er okkurt gott til øll, ið hava áhuga fyri tónleiki.
Hoyr samrøðu við Petur Slyne við at trýsta á pílin undir myndini.