Ljóðbrot: Væl nøgdur stjóri

Vit eru øgiliga væl nøgd við úrslitið, sigur Árni Ellefsen, stjóri í Bank Nordik.

 

Bank Nordik hevur í dag lagt fram eitt yvirkot á 179 milliónir krónur.

 

Í 2016 vóru tað serliga tvær hendingar, ið settu sín dám á virksemið hjá BankNordik. Sølan av íslendska tryggingarfelagnum Vørði varð endaliga framd, og avtøkan av danska vinnukundavirkseminum er nærum fullfíggjað. Eftir broytingarnar er váðin, sum er knýttur at virksemi bankans, minkaður munandi, og BankNordik er í dag tískil eitt uppaftur tryggari fíggjarsamtak.

 

Hoyr samrøðu við Árna Ellefsen við at trýsta á pílin undir myndini.