- Tað er ilt at siga hvussu drúgt tað verður, men vit vóna at fáa tað avgreitt í hesum mánaðinum
Tað sigur Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini um uppskotið til nýskipan av fiskivinnuni. Vinnunevndin er nú farin undir arbeiðið at viðgera uppskotini, sum eru komin inn frá samgonguni, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.
Bjarni Hammer sigur, at hann væntar ikki, at uppskotið hjá samgonguni verður nógv broytt eftir at tað er komið úr aftur vinnunevndini.