Óljóðið spilti løtuna

Tað, ið eftir ætlan skuldi vera ein innilig og andalig konsert við Martini Joensen varð oyðilagt av óljóðinum av áskoðarum, ið ikki høvdu hug at vera áhoyrarar

Ummæli


Lagt var upp til eina heldur intima framførslu, tá Martin Joensen, skuldi á pall í Kelduni, tí var tað heldur undrunarvert, at hann ikki var settur á skrá hóskvøldið, tá stólarøðini vóru inni í salinum í Kelduni, ístaðin fyri fríggjakvøldið, tá Keldan var gjørd klár til eitt rættiligt rokkkonsert set-up.

Í rokanum av fólki, ið júst var komi á festival og hittist við vinum og kenningum, gjørdist framførslan hjá Martini eitt stríð móti ljóðinum. Fyrstu løtuna stríddist Martin Joensen og vælleikandi bólkurin móti ringa ljóðinum, ið var dominerað av einum rungandi bassi. Keðiligt og spell, men hetta gjørdist tó betur eftir nøkur løg. Tað skal sigast, at hetta við ringum ljóði tey fyrstu løgini var galdandi fyri nærum allar framførslurnar á festivalinum, men í flest øllum førum gjørdist tað, eins og hjá Martini, betur eftir eina løtu.


Eitt suð av óljoði

Hin ljóðtrupulleikin var eitt suð av óljóðið úr salinum, fólk, ið prátaðu, børn, ið spældu og bara generellur larmur av fólki, ja, suðið var so ógvisligt, at eg bert havi hoyrt líknandi í stórum handilshúsum uttanlands. Hetta gjørdi tað nærum ómøguligt at liva seg inn í inniligu og hjartaligu framførsluna hjá Martini og bólkinum. Ójóðið tók ikki móti frá teimum, teir stríddust manniliga.

Martin presenteraði seg sjálvan, sum Martin hjá Mili hjá Mili hjá Hannu úr Vestmanna. Við sær hevði hann, tríggjar dugnaligar harrar. Eyðun Hansen á gittara var sum altíð fralíkur. Tað klæddi tónleikinum, at hava frálíka dobro spælið hjá Jákupi Zachariassen við. Teir báðir Jónleif Jensen á trummum og Pauli Magnussen á bassi, ið vanliga spæla saman við Martini, vóru ikki við. Trummurnar vóru sleptar til hesa konsertina og nýggjur maður á bassinum var sonur Martin, Sakaris Joensen, ið nokk best er kendur sum bassleikari í Lama Sea og hjá Guðrið Hansdóttir.


Innilig løg

Martin og hinir borðreiddu við eini sangskrá, ið var rættiliga friðarlig, og hetta gjørdi bara óljóðið uppaftur týðiligari. Á skránni vóru rættiliga nógv løg av nýggjastu fløguni hjá Martini. Fyri okkum, ið ikki eru heilt ung longur, var tað stuttligt, at ikki færri enn trrý løg úr sangleikinum Skuggagestir, ið Martin skrivaði fyrst í nítiárunum sluppu við. Eisini vóru nøkur onnur løg, ið hóskaðu til eina inniliga konsert á skránni.


Tað var bert í teimum meira rokkendu løgunum sum Einsamallur og Maskuspæl, at Martin og teir megnaðu at spæla uppum larmin í salinum. Eg byrjaði at ræðast, at tað kravdi eitt undur, at steðga larminum, men lukkutíð átti Martin eitt undur í ermuni. Tí tá hann endaði konsertina við Morgun, tagnaði larmurin.