Kórfløgur síggjast ikki á hvørjun degi á føroyska partinum av handilshillunum, men nú er lagt afturat. Eitt av gomlu og høgt mettu kórunum hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst og hart við fløguætlan, sum nú er veruleiki. Talan er um Kirkjukórið Ljóm úr Vági, sum nú er at hoyra á fløgu.
Talan er um eina stóra og kostnaðarmikla ætlan, sum nú er veruleiki. 18 sangir eru á fløguni. Tað er kendi týski kórleiðarin Johannes Rahe, sum leiðir kórið undir upptøkunum, meðan Hans Pauli Tórgarð og Dorte Tilma hava staðið fyri kórvenjingini. Matti Heinonen hevur tikið upp og honum til hjálpar hava Johannes Rahe og Rúni Brattaberg verið. Kirkjukórið Ljómur stendur fyri fløguni og Karin Brattaberg hevur leitt framleiðsluna. Upptøkurnar eru farnar fram í Vágs kirkju í 2001 og 2002.
Tað var Edith Dahl, sum í 1939 stovnaði Ljóm og hon leiddi kórið í 21 ár. Onnur, ið hava stjórnað eru t.d. Jóannes Nolsøe, H.P. Tórgarð, Ólavur Hátún, Dorte Tilma og Claus Telling. Ljómur er lítið, men søguríkt og dugnaligt kór, og hjá so lítlum flokki er tungt at fara undir stóra og kostnaðarmikla fløguætlan, men á fløguni sæst, at mangir eru stuðlarnir, sum hava gjørt sítt til, at fløgan er veruleiki.
Fløguhúsin er ein listarlig perla. Kendi danin Per Folkver hevur tikið myndirnar og Maarbjerg Grafisk Design hevur staðið fyri at greiða til prent. Í snøgga húsanum er hefti við myndum, upplýsandi teksti og sangtekstum.
Tey 18 løgini eru kend løg fyri tað mesta og eisini Nú Hvítna Tindar er við. Eitt lag, sum fyrstu ferð varð sungið í Vágs kirkju og sum Robert Joensen umyrkti. Lagið er fastur táttur við allahalgannakonsertirnar hjá Ljómi. Í ár verður konsertin sunnudagin kl. 17 í Vágs kirkju? nakað seinkað, tí bíðað varð eftir fløguni ? og við konsertina verður fløgan alment løgt fram. Nýggja fløgan við Ljómi verður at fáa kring alt landið mánadagin.