Ljósafelli elligamalt vrak í trolið

Á seinasta túrinum fekk trolarin, Ljósafelli, vrakrestir av einum elligomlum skipi í trolið. Seymirnir vóru ávikavist úr træi og kopari

Fekk vrak

Nógv skip eru burturgingin upp ígjøgnum tíðirnar, og nógv loyndarmál og nógvir spurningar eru knýtt at fleiri av hesum hendingum ? ikki minst í teimum førum, har eingin spurdist aftur, og eingi spor vóru at fylgja.

Elligamalt vrak

Á seinasta túrinum á leiðini við Flemmish Kap ? ella í øki 3L, sum er hellingin innanfyri Flemmish Kap, fekk trolarin, Ljósafelli, partar av einum elligomlum skipsvraki í trolið.
Jói Winther, ið hendan túrin var við Ljósafelli sum eftirlitsmaður fyri NAFO, sigur, at talan er um partar av einum elligomlum vraki, sum helst í sínari tíð hevur verið eitt hampiliga stórt skip.
Hann sigur, at seymirnir, sum eru at síggja í vrakinum, eru ávikavist úr træi og úr kopari.
- Tað vísir seg, at teir smærru seymirnir eru úr træi og teir longu, sum helst skulu bera meira, eru úr kopari.
Jói sigur, at skip hava ligið á leiðini, har Ljósafelli fekk vrakrestirnar, í fleiri ár.
- Eg haldi tí, at vit munnu hava grivið hesar plankarnar upp úr botninum, har teir hugsandi hava ligið fjaldir í mong ár.

Lítil áhugi

Vrakrestirnar hava nú ligið umborð á Ljósafelli í ein mánaða ella so.
- Tá ið vit komu aftur av túri, boðaðu vit Fornminnissavninum frá tí, vit høvdu fingið. Ein maður hevur verið framvið her og hevur hugt at vrakinum, men eg haldi ikki, teir hava víst hesum nakran serligan áhuga.
Jói heldur, at tað hevði verið ógvuliga áhugavert at funnið út av, hvat skip talan kann vera um ? ella í minsta lagi, nær í tíðini skipið er burturgingið.
Hann sigur, at skipið, sum vrakrestirnar stava frá, at síggja til hevur verið styrkt við kóparplátum ímóti ísi.
- Tí er hugsandi, at skipið hevur verið styrkt til sigling í kaldari sjógvi, har ísur kundi vera ein trupulleiki. Tað er kent, at tann tunni ísurin kann skera inn í skipssíðuna, og tí plagdu teir at styrkja bógvin og tann partin av skipsskrokkinum, sum lá um vatngangin.

Okkara skylda

Jói heldur, at soleiðis, sum skipið sær út til at vera bygt, kann tað saktans vera eini 200 ára gamalt ella eldri.
- Men tað kann sjálvsagt eisini vera yngri enn tað, leggur hann aftrat.
Tað harmar Jóa, at Fornminnissavnið ella annar stovnur ikki hevur áhuga at gera nakrar serligar kanningar av vrakrestunum.
- Tað var eg, sum ringdi og segði teimum frá. Tey søgdu, at til ber at gera kanningar, men hetta er bæði tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið. Ætlandi fara vit avstað aftur seinni í hesi vikuni, og tá verða vrakrestirnar, sum nú hava ligið umborð á Ljósafelli í ein mánaða ella so, helst koyrdar niðan á Sandvíkarhjalla.
Jói heldur, tað er okkara skylda mótivegis okkum sjálvum og øðrum at kanna, hvaðani eitt slíkt skip, sum í sínari tíð er gingið burtur, stavar.
- Eg hevði heilt avgjørt væntað, at onkur fór at taka sær av hesum.

Langt av leið

Hann sigur, at skuldi tað hent seg, at talan var um eitt føroyskt skip, hevði skipið í sínari tíð verið rikið langt av leið.
Tó útihýsir hann ikki møguleikanum, at deyðsiglari, sum hevur fiskað í Grønlandi, kann vera rikin á hesar leiðir.
- Tá ið eingin áhugi er at taka hond um slíkt, er ikki hugsandi, at fólk heldur tíma at goyma tað, tey nú einaferð kunnu koma fram á ? tað veri seg á landi ella sjógvi, sigur Jói Winther.
Ljósafelli fór úr Føroyum, 16. februar og var aftur í Føroyum, 15. mai. Veiðan vá 160 tons av svartkalva, harav meginparturin av veiðini var skorin til japanska marknaðin. Eisini hava teir heilfryst nakað av svartkalva, sum bara er blóðgaður.