Ljósið sløkt kring heimin í kvøld

Frá klokkan 20.30 - 21.30 í kvøld verða tað fleiri, sum sløkkja ljósið kring knøttin

Frá klokkan 20.30 - 21.30 í kvøld verða tað fleiri, sum sløkkja ljósið kring knøttin. Í kvøld er nevniliga sokallaður  "Earth Hour", tá sjóneykan verður sett á jørðina. 

 

 

"Earth Hour" byrjaði í Sydney í Avstralia í 2007 og er nú heimsins størsta umhvørvissliga grasrótarrørsla, og fleiri milliónir taka lut í árliga átakinum til frama fyri umhvørvið. Endamálið er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd og lívfrøðiligt margfeldni.

 

 

Eisini í Føroyum velja fleiri kommunur at varpa ljós á "Earth Hour" við millum annað at sløkkja gøtuljósini hendan tíman, og eggja til, at borgarar sløkkja alt ljósið hendan tíman. 

 

 

Slagorðið fyri "Earth Hour" í ár er #Connect2Earth og við at leita eftir hesin hashtagginum á sosialu miðlunum ber til at síggja, hvussu onnur menniskju kring heimin halda Earth Hour og fyribyrgja verðurlagsbroytingum.