Í heyst kemur nýggj fløga frá Peturi Pólsyni. Hon er seinna studiofløgan hjá manninum aftaná døpru og væl umtóktu »Koma«, ið varð útgivin í november 2005. Enn er ivasamt, hvat heitið á fløguni verður, men arbeiðsheitið inntil víðari er »Toka« ella »Tokuljóð«, og við á nøkrum løgum eru gestasangarar og -tónleikarar so sum Ty Tabor (King's X), Pætur Zachariassen (Boys in a Band) og møguliga Jan Johansen og Sarah Hepburn (Glorybox, sum nú er undir nýggja navninum Zhaeng Zhaeng) og Emil Nikolajsen (Serena Maneesh).
- Tað er nógv hent síðani »Koma«. Vit hava faktiskt verið í gongd við hesa nýggju utgávuna, síðani hin kom út. Allarfyrstu upptøkurnar vórðu gjørdar í mars í fjør, men tað steðgaði skjótt eitt sindur upp av ymsum orsøkum. Eg og Bogi (á Lakjuni, blaðkv.) byrjaðu so sjálvir at arrangera tónleikin við kassagittara og minidiski. Bogi flutti til Sandavágs fyrr í ár, og tá fór arbeiðið ordiliga í gongd, greiðir Petur frá um, hvussu arbeiðið við komandi fløguni byrjaði.
Tónlistarlig samstørv
Víðari greiðir Petur frá, at Bogi á Lakjuni hevur arrangerað tey flestu løgini á fløguni saman við sær. Harafturat er Bogi upptøku- og framleiðslustjóri, hevur arrangerað allar strúkararnar og spælir fleiri ljóðføri, m.a gittarar og tangentar.
Afturat Boga á Lakjuni og Petur Pólson er Uni Árting á trummir og húsasniðgeving, Knút Háberg Eysturstein á tangentar, Eiler Hansen á gittara, Jens L. Thomsen á bass og Høgni Lisberg á trummir í tveimum løgum. Tríggjar ungar damur, Jensia Dam, Dorthea Dam og Óluva Dam, syngja gospelkór á nøkrum løgum. Ljóðblandi stendur Óli Poulsen fyri, og fløgan verður útgivin hjá Tutl. Síðst men ikki minst hevur Petur fingið sjálvan Ty Tabor úr King's X at leggja gittara til tað eina av løgunum, »Andvekur«.
Eitt langt skot
- Hugskotið til at fáa Ty Tabor við kom fram ein dagin, tá eg, Bogi og Jón (Tyril, blaðkv.) sótu og lurtaðu eftir nøkrum upptøkum, vit nýliga høvdu gjørt. Tá segði Jón, at hann helt tað ljóða sum King's X og Visible Fish í einum, sum er rættiliga stuttligt, tí eg og Bogi hava báðir verið limir í Visible Fish og hava altíð verið stórir fjepparar av King's X og Ty Tabor. Vit prátaðu um, at tað hevði verið stuttligt at havt hann við á fløguni og smáflentu eitt sindur eftir tí surrealistiska hugskotinum.
- Men eg bleiv við at hugsa um hetta og fór so at leita á internetinum. Fann skjótt Ty Tabor á myspace og fann útav, at hann hevði studio í Texas, har hann sat og arbeiddi við upptøkum hjá King's X. Eg royndi so at skriva til hann. Segði pent halló, og at eg visti, at tað var eitt langt skot, men eg arbeiddi also við einari fløgu og kundi hugsað mær at havt hann við á henni. Eg fekk svar beinanvegin um, at hann vildi fegin vera við.
- Aftaná nakrar vikur var hetta avgreitt ígjøgnum internetið, og lagið er í dag ein feit samanseting av King's X og Visible Fish ljóðmyndum. Hetta er heilt sikkurt tað størsta tónleikaliga, sum eg nakrantíð havi droymt um. Tað einasta, sum kundi verið størri, var, um tað var Bono ella Eddie Vedder, annars slær einki hetta.
- Eg vænti, at Jan Johansen og Sarah Hepburn úr Glorybox, sum nú hevur nýggja navnið Zhaeng Zhaeng, eisini koma at gesta á fløguni. Og so eri eg eisini í samskifti við Emil Nikolajsen úr Serena Maneesh um at spæla gittara inn. Tað tosaði eg við hann um á G! Festival í fjør, men tíðirnar mugu passa hjá fólki, og eg veit ikki enn, um tað fer at realiserast ella ikki, greiðir Petur frá.
Forskot við remiksum
Ætlanin hjá Peturi er at leka okkurt út áðrenn sjálva útgávuna. Talan er um tvey remiks, sum fara at koma út á myspace, áðrenn fløgan verður útgivin. Eitt lag skal remiksast av Dennis Agerblad og Terja Messel úr duoini maður:glotti, ið herfyri var í Føroyum og spældi sína næstu konsert nakrantíð á klettunum, og eisini hevur gjørt eina egna, elektroniska útgávu av »Muscleman Blað« hjá 200.
- Eg spurdi teir, og teir vóru við uppá tað. Eg gleði meg púra svakt nógv at hoyra tað. Afturat teimum hevur Jens L. Thomsen eisini víst áhuga í at remiksa eitt lag hjá mær, og tað sigi eg avgjørt ikki nei til, sigur Petur.
Meira uppá allar mátar
Spurdur, hvat innihaldið á fløguni er, og hvat tekstirnir snúgva seg um, svarar Petur, at hon er ógvuliga álvarsom, men botnar í heilt øðrum, meira eksistentiellum evnum, enn fyrra fløgan gjørdi.
- Á ein ella annan hátt vil eg gjarna misskiljast. Tekstirnir eru tilvitað ótýðiligir, soleiðis at teir kunnu tulkast. Gjøgnumgangandi evnið er toka, tokuljóð og landsløg. »Koma« var treytað av kenslum og tonkum í fyrsta persóni, men tað er hendan ikki, ella ikki so nógv. Á »Koma« høvdu løgini heiti eftir ávísum sinnistilstandum, men tað eri eg farin burtur frá. Lagið »Andvekur« er kanska tað mest ítøkiliga, men annars er tað nokso nógv eygleiðingar og spekulatiónir; tað er filosofist uttan nakran greiðan boðskap. Innihaldið er í grundini ótrúliga alvorligt. Kanska nógv for. Men tó ikki so persónligt alvorligt, sum »Koma« var.
- »Koma« var fyri meg ein eksorsisma av djevlinum. Eins og nýliga útgivna yrkingasavnið hjá mær, »Hamskifti«, eisini er. Hendan nýggja fløgan botnar í tíðini aftaná eksorsismuna og er eitt ógvuliga viktugt tónleikaverk fyri meg. Haldi eisini, at tað merkist á tónleikinum á henni, at hon er nógv, og at hon er nógv meira enn »Koma«. Onkur løg geva tær hug at dansa, onkur fáa teg at rista, nøkur gera sikkurt, at tú vilt heingja teg, og so eru aftur nøkur, sum fáa teg at shinfa og lovprísa. Fløgan er nógv ógvusligari uppá allar mátar; er ljótari, penari, seksutari, rokkutari, simpulthen bara meira; meira dansivinarligt, meira elektroniskt, og full on rokk 'n roll. Um eg sjálvur skal lýsa tónleikin, vil eg siga, at hann er umleið, sum tá Depeche Mode møta Spiritualized við einum fúlum krammi av rokki.
Betri rakstrargrundarlag uttanlands
Petur hevur skrivað avtalu við Tutl Touring. Hetta merkir, at hann, tá fløgan kemur út, automatiskt verður promoveraður og distribueraður í eitt nú Belgia, Sveits og Týsklandi, og kemur at spæla konsertir í hesum londum. Ætlanin er umframt hetta eisini at hava útgávukonsertir her í Føroyum.
- Tað kann vera eitt sindur fløkjut at gera konsertir, tí tað er so skiftandi, hvør av tónleikarunum er her í landinum og ikki. Men vit fara í hvussu er á nakrar venjingarlegur, áðrenn fløgan verður útgivin, har vit fara at venja nakrar ymiskar konstellatiónir; eitt gjøgnumført live show, eitt intimt, eina DJ uppseting og so sjálvandi eisini tað traditionella rokkuta. Hetta ger tað meira fleksibult hjá mær at fara út at spæla, serliga í útlondunum.
- Eg vóni bara, at fløgan verður væl distribuerað uttanlands, tí eg veit, at hon ikki hevur gott rakstrargrundarlag í Føroyum. Hon koyrir ikki eftir føroyskum kriterium. Fyri at kunna dáma tónleikin, mást tú dáma nøkur ting, sum mann ikki ger vanligt her. Tú fylgir nevniliga nøkrum premissum, tá tú tekur avgerð um, hvat tær dámar. Hoyrir tú okkurt nýtt singer/songwriter, fært tú allarhelst onkrar assosiatiónir til Bob Dylan. Er tað balladu poppur, hugsar tú kanska Bryan Adams. Tónleikaliga organið er nevniliga ein stór familja. Tað hevur greiningar, røtur og uppruna, og fyri at dáma mín tónleik, mást tú kenna t.d Spacemen 3 og Spiritualized. Bogi brúkar nógv sína klassisku bakgrund. Hann hevur altíð dámt Bach og barokk, og tað hoyrist eisini aftur í tónleikinum. Tú mást velja nakrar fyrimyndir, bæði sum persónur og tónleikari. Trikkið er bara at ljóða egin og ikki vera eitt kopi av tínum fyrimyndum, greiðir Petur avgjørdur frá.
»Toka« ella »Tokuljóð« er sett til at verða útgivin í november. Enn ber ikki til at lurta eftir henni á netinum, men um tú hevur hug at hoyra løg av »Koma«, og ikki hevur fløguna heima á hilluni, kanst tú gera tað á myspace.com/peturpolson ístaðin.
Løgini á Toka/Tokuljóð eru:
1. Flókar
2. Bivan
3. Mín sál er troytt
4. Alt á gosi
5. Mist
6. Gjóstur
7. Svart klæði fyri vindeygað
8. Blikalogn
9. Andvekur feat. Ty Tabor á gittara og Pætur Zachariassen á kór
10. Útlegd
11. Alt sum blómar
12. 15.55