Ljósfest 2024 byrjar í dag

Í Vági stákast tey, tí í dag byrjar Ljósfest 2024.

Á skránni eru framsýningar, stór útikonsert og hugnaløtur í tjaldinum.

 

Í vikuni hevur verið gjørt klárt, og stóra tjaldið er sett upp miðskeiðis í Vági. Har verður hugni í kvøld við tónleiki og felagssangi, har Vestmenn og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur luttaka.

 

Leygardagin eru mynda- og listaframsýningar á skránni. Silas Olofson sýnir myndir, og listafólkini Pól Skarðenni, Djóna Suðuroy, Ulla Bærendsen, Sven Erik Stenberg og fleiri sýna list.

 

Seinnapartin leygardagin er barnatiltak, har Angela og Hannibal luttaka og Eyðun Nolsøe syngur. Eisini er sølutorg við heimavirkaðum í tjaldinum.

 

Kirstin Strøm Bech setir Ljósfestina 2024 klokkan 18:20 leygardagin, og eftir hetta er heiðran av vágbingum á skránni.

 

Síðani byrjar stóra tónleikatiltakið, ið er á pallinum miðskeiðis í Vágsbygd. Har fara á pallin Ronnie og Maria og Hjalmar og Dagfinn við bólki, ið telur Dánjal Jákup W. Holm, Neil Joensen og Janus Kampmann. Eisini fara Starlight, Janus Wiberg, Hjarnar og Marius at spæla.

 

Pallstjórar vera Gissur Patursson og Bjørn H. Bech, skrivar Ljósfest á facebook.

 

##med2##

 

##med3##

 

Silas Olofson og Djona Suðuroy eru millum teirra, ið sýna fram