Ljósfestin var grøn

Sev boðar frá, at leygardagin 17. august var rundvísing á Vágsverkinum í samband við Ljósfest. Um 30-40 fólk vitjaðu

Suðuroyggin var 100 prosen grøn meðan Ljósfestini og rundvísingin var. Øll streymframleiðslan kom úr varandi orku, í hesum føri fyri tað mesta úr vindi í Porkeri, men eisini framleiðslan úr sól í Sumba var væl umboðað, í løtum kom hetta upp til 6 prosent av allari elframleiðsluni í Suðuroynni.

 

Heri Mortensen greiddi frá og fólk høvdu stóran áhuga í skipanunum á Vágsverkinum. Hóast eingin motorur var í gongd. Tá so er, fær verkið streym frá vind- vatn- og sólorkuverkunum hjá Sev.

 

Á skránni var eisini drekkamuður og tónleikur við Mariu R. á Heygum og Ronnie Nielsen.