Vit hava hitt Jógvan Sundstein úr Havn, sum í dag býr í Holbæk. Jógvan er dømi um teir, sum hava haft eitt langt og aktivt arbeiðslív í Føroyum, men sum velja at liva pensiónsárini saman við børnum og abbabørnum í Danmark.
Jógvan sigur frá:
Í 2004 avgjørdu vit at flyta til Danmarkar, tí har búðu børnini hjá okkum, og tá vóru eisini komin abbabørn. Tað bleiv Holbæk, tí her búði ein dóttir, og okkum dámdi betri ein lítlan bý fram um Keypmannahavn.
”Vit befinna okkum væl her”
Hvat søgdu tínir politisku vinir, tá ið tú flutti av landinum?
Eg veit ikki hvat teir politisku vinirnir søgdu, men teir vóru nokk eitt sindur bilsnir. Eg havi hoyrt, at Atli Dam skuldi hava sagt, at tað undraði hann, at eg flutti, tí eg var so nationalur. Men vit befinna okkum væl her. Eg eri blivin limur í Rotary-klubbanum. Onkuntíð eri eg á fundi í konservativu veljaraforeiningini í Holbæk.
”Tað er líkasum, at føroyingar støðast betur uttanlands, enn teir gjørdu fyrr”
Fólkatallið í Føroyum var veksandi til 1989, tað fall og vask aftur. Men nú stendur í stað aftur. Er nakað galið við Føroyum, eftir sum tær ikki kunna tiltrekkja fólk longur, sjálvt í bestu tíðum.
Mín uppfatan er, at kreppan í 90-unum bleiv djúpri enn at hon átti at verið. Kanska var framgongdin í 80-unum kunstig, líkasum eisini afturgongdin í 90-unum.
Vit hava eina globalisering, eina internationalisering, føroyingar fara til Danmarkar at lesa, men eisini til onnur lond. Og tað er líkasum, at teir støðast betur uttanlands, enn teir gjørdu fyrr. Heimlongsilin er kanska ikki akkurát tann sami.
Men so leingi Føroyar ikki eru eitt veruliga sjálvstøðugt land, so er animeringin til at koma heim aftur ikki tann sama. Tí summir føroyingar føla seg sum hálvar danir, tá teir eru komnir til Danmarkar, og so siga teir, at vit kunna líka so gott blíva her, sum onkra aðrastaðni.
”Man kann gera tað áhugavert hjá fólki at koma heim aftur”
Norðuratlantsbólkurin í Fólkatinginum hevur gjørt eina kanning av, hvussu nógvir føroyingar búgva í Danmark. Talið 20.000 er nevnt, og har eru bæði fyrsta, annan og triðja generatións føroyingar. Kann tann kanningin brúkast til nakað sum helst?
Man kann ikki lokka fólk, men man kann gera tað áhugavert hjá fólki at koma heim aftur. Summi føla seg sum føroyingar, onnur kanska ikki. Men hava tey føroyskar røtur, so er altíð ein vissur áhugi fyri tí.
Nú havi eg trý børn. Tann elsti bleiv blindur og flutti til Danmarkar cirka 20 ára gamal. Honum dámar væl í Danmark, eisini í Føroyum, men hann flytir ikki. Hin sonurin arbeiðir nógv við føroyskum viðurskiftum, og er medlivandi í øllum tí, sum fyrigongur í Føroyum. Hann kundi kanska gott flutt, men nú eru hansara børn blivin somikið vaksin, at tað er ein trupulleiki í sær sjálvum. Sama við dóttrini. Nú er hon gift við einum danskara, men allíkavæl hava tey nokso sterkar relatiónir til Føroyar.
Tá vit fluttu niður, so søgdu tey, hvat skula vit nú gera, nú kunna vit ikki koma til Føroyar at ferðast. Tað var teirra stóri áhugi. Eg trúgvi, at míni børn høvdu gjarna kunna verið í Føroyum um tað var. Um tað var nakað, sum virkuliga lokkaði.
”So Holbæk er uppá ein máta blivin ein partur av Føroyum”
Kunnu føroyingar, sum búgva í Danmark, verið eitt ”potentiali” ella ein stuðul fyri tað føroyska samfelagið?
Jú, avgjørt. Eg eri til dømis stjóri í tveimum feløgum, sum hava heimstað í Føroyum. Og alt samskifti í dag er so ónatúrliga nógv øðruvísi enn fyrr. Man fer á netið, man sær Dag og Viku, hoyrir útvarpið og alt. Eg lesi bløðini á netinum. So Holbæk er uppá ein máta blivin ein partur av Føroyum. Man kan vera partur av tí føroyska samfelagnum uppá ein heilt nýggjan máta. Tað, at eg fysiskt búgvi í Holbæk, ger ikki, at eg ikki eisini eri í Føroyum.
”Tað eru ting, har man ikki bara kann siga: nú gera vit tað!”
Hvat heldur tú verða positiv ting í einum lítlum samfelagi, og hvørji eru tey mest negativu?
Tað er meira av tí góða enn tí minni góða. Taka vit tað minni góða fyrst, so eru tað nøkur ting, sum man ikki ordiliga kann klára. Tað eru ting, har man ikki bara kann siga - nú gera vit tað. Vit eru simpult hen for smáir til tað.
Tað góða er, at í einum lítlum samfelag er nógv meira gjøgnumskygni enn í einum stórum. Tað er minni korrupt, enn fleiri onnur samfeløg. Tað er lættari at stýra einum lítlum landi! Men sjálvandi er eitt niðara mark.
”Fólkatalið upp á umleið 55.000”
At enda tveir hypotetiskar spurningar. Hvat er fólkatalið í Føroyum um tólv ár, í 2020? Og hvør er tann skjótast vaksandi vinnugreinin tá?
Eg vildi trúð, at í 2020 er fólkatalið – undir fyritreyt av, at føroyingar hava skikka sær væl – at fólkatalið var komið uppá umleið 55.000.
Eg rokni við, at fiskivinnan kemur lutfallsliga at hava minni týdning. Og service-vinnan verður tann, sum útviklar seg mest. Og har innanfyri verður tað IT-vinnan og ferðavinnan. Men eg havi onga patentloysn uppá hvat, ið skal gerast.
RG//