Vestmenningar hava altíð staðið saman um sítt ítróttarfelag, og tað sæst eisini aftur á limatalinum. Okkurt um 1200 fólk búgva í bygdini, og ikki færri enn 670 fólk eru limir í VÍF.
Hondbólturin størstur
Ítróttarfelagið í Vestmanna fevnir fyrst og fremst um tríggjar ítróttargreinar, nevnliga hondbólt, kappróður og badminton. Tað er neyvan nakað dulsmál, at hondbólturin er størsta ítróttargreinin hjá VÍF, og felagið telist eisini millum mest vinnandi hondbóltsfeløg í landinum.
Eyðun Leo, formaður í VÍF, sigur, at eisini badminton er veruliga við at gera um seg í bygdini, og nógv av yngru badmintonleikarunum teljast javnan millum vinnararnar, tá ið kappingar verða fyriskipaðar kring landið. Serliga á gentuøkinum er VÍF væl fyri innan badminton, sigur hann.
Færri manningar í ár
Vestmenningar hava eisini mangan gjørt um seg í kappróðri, og í ár er neyvan nakað undantak. Hóast eingin bátur úr Vestmanna enn hevur vunnið nakran FM-róður í ár, so hevur tað verið nær, og serliga eru tað dreingja- og gentumanningin umborð á Havfrúnni, sum hevur verið nær við at vunnið.
Eyðun Leo greiðir frá, at í ár hevur VÍF bert tríggjar kappróðrarmanningar, nevnliga genturnar og dreingirnir umborð á Havfrúnni og so 10-mannafarið Vestmenning. Hetta er minni enn vanligt, og okkurt árið hava vestmenningar mannað ikki færri enn seks bátar, og tað er einki minni enn eitt bragd av einari so lítlari bygd, heldur Eyðun Leo.
Ófør at hjálpa til
Formaðurin í VÍF heldur, at tað er ein fyrimunur at hava bert tað eina ítróttarfelagið í bygdini, tí tað merkir, at øll bygdin stendur saman um felagið. - Hetta sæst eina best, tá ið vit hava okkurt tiltak, tí tað stendur aldrin á at fáa fólk at hjálpa til, sigur hann. - Hóast tað kann verða tungt at skipa fyri og at reka eitt slíkt felag, so er tað ikki, tí at tað stendur á við at fáa fólk at hjálpa til, sigur formaðurin í VÍF, Eyðun Leo, sum sjálvur verður burturstaddur á Fjarðastevnu.