Tá ið enski vatnflúgvarin setti seg á Vágsfjørði tann fyrsta sunnudagin í januar í 1946, var lagnan hjá teirri 17 ára gomlu Hildu Petersen avgjørd.
Tí úr flúgvaranum steig tann 23 ára gamli hermaðurin, Douglas Peters, vanliga nevndur Doug.
Tað var rættiliga skjótt, at tað rann saman ímillum vágsgentuna og hermannin, og longu 1. desember sama árið giftust tey í Vági, og beint aftaná fór hon til Onglands við manninum.
Tað eru nú 54 ár síðani, men hóast Hilda hevur havt eitt gott og eydnusamt lív í Onglandi, er tó onki pláss í allari verðini sum heimbygdin í Vági.
?"Sjálvt um je bygve í Onglandi, blívi je verandi vágbingur til tað síðsta?, sigur hon á tí eyðkenda vágsmálinum, sum ikki er broytt, hóast útisetuna í meiri enn eina hálva øld.
Og at okkurt slag av longsli altíð hevur verið, fornoktar seg ikki, tí hesi 54 árini í útlegd, hevur hon verið aftur í Vági og ferðast heilar 36 ferðir.
? Og hvørja ferð, kósin verður sett ímóti Vági, sigi eg, at nú fari eg heim. Tí sama, hvussu leingi eg búgvi í Onglandi, er tað altíð Vágur, sum verður heimstaður mín.
Linna fyri likam og sál
Vit hittu Hildu, sum er blivin 71 ára gomul, nú hon einaferð aftur er komin aftur til Vágs at ferðast. Og í samrøðuni okkara millum ferðast tankarnir aftur til farnar dagar, til óvitadagarnar í Vági, til dagin hon hitti Douglas og til eitt gott og langt lív í Onglandi og ikki minst, til toganina ímillum sjálvvaldu útisetuna í Onglandi og longsulin heimaftur aftur til Vágs.
Hon sigur, at hóast Douglas bara var 23 ára gamal, tá ið hann kom til Føroya, var hann tá longu royndur hermaður. Hann bleiv hermaður bara 18 ára gamal og síðani hevði hann verið alla mylluna runt, ígjøgnum Frakland Týskland og Belgia, áðrenn hann varð sendur til Føroya.
?Hjá teimum var tað heilt vælsignað vælgerðandi, bæði fyri likam og sál at koma til Føroyar, tí her var so friðaligt. Serliga var tað kvirran, sum hugtók teir, og tað fall slíkur friður á teir í Føroyum, aftaná ræðuleikarnar niðri í Evropa. Og tað var júst tað, teir trongdu til, áðrenn teir vórðu sendir heim aftur eftir krígslok til at liva eitt vanligt lív.
Og kríggið, tað fór illa við ættarliðnum hjá Doug.
? Tá ið hann gekk í skúla vóru tey 28 børn í klassanum. Men heili 15 av teimum fullu í krígnum, so tá ið hann kom heimaftur eftir kríggið, vóru bara 13 eftir. Hilda sigur, at hetta var onki óvanligt í Onglandi tá.
Tað var eisini nógv samband ímillum ensku hermenninar og føroyingar.
? Ofta varð feskur fiskur lagdur uttan fyri dyrnar hjá teimum og mangan blivu teir bodnir inn til fólk og vinalagið ímillum føroyingar og bretar var inniligt
? Hetta vinalagið gloymdi Doug aldrin. Hann segði allar sínar dagar, at slíka vælkomu og vinskap sum í Føroyum fanst ikki nakra aðrastaðni, og fyri hann var ongin vakrari blettur á jørðini enn Føroyar. Eg minnist einaferð, vit vóru farin til USA at ferðast og stóðu uppi á einum bakka við einum stórfingnum útsýni yvir San Fransisco, og eg hevði á munni, hvussu vakurt hetta var, Tá svaraði Doug "ja, men ikki so vakurt sum í Føroyum.?
Søgdu at eg var svøk
Ikki minst minnist Hilda, tá ið tíðin kom, at hon, nýgift, skuldi fara til Onglands við manninum at búgva.
Hetta dámdi skyldfólki og vinfólki ónatúrliga lítið, tí eg hon so ung.
? Øll bygdin helt at eg var púra svøk og skyldfólk og vinfólk bønaðu og bóðu meg um ikki at fara, tí alt Ongland lá í sori eftir kríggið og har var onki uttan fátækradømi, hungur og hall.
? Hjá mær sjálvum var ongin ivi um, at eg skuldi fara og eg sissaði tey við, at dámdi mær ikki, kundi eg altíð koma heimaftur.
Hilda heldur, at nú er tað kanska undarligt at hugsa sær, at hon skuldi fara. Men hon heldur, at tað er slíkt vágafðsni, sum hoyrir ungdóminum til.
? Ung fólk leypa bara í alt, uttan at hugsa so nógv um tað.
? Men hartil kemur, at eg hevði fingið eitt ógvuliga vakurt bræv frá foreldrum Douglas og tað gjørdi, at eg føldi meg vælkomnan mestsum beinanvegin.
? Tað var Tollaksmessudag 1946, at tey ungu hjúnini fóru til Onglands við farmaskipinum "Barjamu?, men tey fingu himmalsins ódnarveður á túrinum.
? Vit komu til Leith annan jóladag og hiðani fóru vit við toki til Derbyshire, har vit skuldu búgva.
Derbyshire var ein kolabýur mitt í Onglandi. Og tað var ikki sørt, at tað var ein ókendur heimur, sum eg kom til, tá ið eg steig fótin á land í Onglandi
? Har sá eg á fyrsta sinni eitt tok, og tað var nakað eg mintist øgiliga leingi.
? Annars var tað ikki so fátæksligt, sum eg hevði fryktað fyri. Sjálvur var Douglas almennur tænastumaður og hansara familja hoyrdu til miðalstættina. Pápi hansara var eisini tænastumaður og tey høvdu eini snotilig hús.
? Nei tað vóru ikki fátækslig kor eg kom til, og tað hjálpti væl, at eg kom at trívast.
Hon sigur, at tað var ein undarlig kensla at koma til Onglands. Nógv varð oyðilagt, nógvir stórbýir vóru slættaðir við jørðina. Vinnulívið og vinnlívið lá í skeljasori og onki var bygt í meiri enn fimm ár.
? Men kortini var tað eitt slíkt bjartskygni, sum ein ikki skuldi trúð eftir ein slíkan sorgarleik.
? Og eg hoyrdi ongan gremja seg, hóast nógv høvdu tað strævið. Eitt nú kravdi tað einar fimm arbeiðsmannalønir fáa tak yvir høvdið, so tað vóru so mangan, at fleiri húski máttu búgva saman.? Tað var bara hesin sterki viljin til at byggja alt uppaftur, til at byggja hús, skúlar, sjúkrahús og vinnubygningar.
Hilda sigur, at hon hesa tíðina fekk stóra virðing fyri enska fólkinum.
Ein ring heimferð
Hilda sigur, at hóast familjan hjá Douglas var ómetaliga fitt og tók væl ímóti henni, skarst ikki burtur, at hon var fremmand og at hon ongan kendi. Hon dugdi heilt fitt á enskum, men dialektin var ring at skilja.
? Men ung fólk læra skjótt, so tað var ikki leingi til eg eg kom á lagi við tí. Eg fekk eisini eina dóttur og tað hjálpti somuleiðis væl um. Tað gekk tó betur og betur at koma í samband við fólk.
? Men tá ið eg segði, at eg var úr "Faroes? hildu nógv, at eg var úr Egyptalandi, tí tey blandaðu við egyptiska konganavnið "Farao?. Tað kom nógvur stuttleiki burturúr tí.
? Tó kendu tey øll tann føroyska fiskin, tí hann var tann besti av øllum, søgdu tey. Á fiskamarknaðinum stóð tað eisini altíð viðmerkt, hvat var føroyskur fiskur, tí honum vóru fólk óð eftir og hann var altíð uppi fyrst.
? Vit keypa altíð føroyskan fisk og danskt smør, var niðurlagið hjá øllum.
Hilda sigur, at hóast hon kom til Onglands á jólum í 1946, bar tað longu um summarið 1947, at hon ætlaði sær heim aftur til Føroyar at ferðast.
? Men møguleikarnir at ferðast vóru ikki so góðir tá, sum teir eru nú og tað endaðu við, at vit fingu ongan fart heim.
? Og tað var ein skelkur, tí tað var kanska ikki fyrrenn tá, at tað veruliga gekk upp fyri mær, at tað var eitt heilt Atlantshav ímillum meg og Vágsbygd og at bar altso ikki til bara at fara heim, tá ið eg vildi.
?Fyri at bøta um "skaðan?, fóru vit til Belgia at ferðast til fólk, sum Doug var komin at kenna undir krígnum.
? Tað var besta summar eg hevði havt lívinum, tveir mánaðir við brennandi sól, tað var eg ikki von við.
Men í 1960 var so stundin loksins komin, at eg fyrstu ferð skuldi sleppa heim aftur at ferðast.
? Tað hevði tá eydnast okkum at sleppa heim við hesi somu, góðu "Barjamu?. Vermamman var við og sjálv hevði eg tá tvey smá børn og var full upp undir hendur við tí triðja.
?Men aftur hesuferð fingu vit himmalsins ódnarveður.
? Sjógvurin skolaði inn yvir skipið og rann inn í hvørt kamar. Í mínum kamari var sjógvur heilt upp til undirkoyggjuna so vit vassaðu næstan upp undir knæ. Allar hurðar vóru surraðar til so í tveir dagar lá eg innistongd í kamaranum, uttan at hava samband við nakran annan umborð.
?Tað var vart, tí eg hevði heldur ongan mat til tey smáu børnini. Tað einasta, eg hevði, var ein sodavatn, sum eg hevði at leska tey við og hana royndi eg so at drðggja okkum so frægt, sum til bar.
Skiparin var tó so beinasamur, at hann setti meg inn á Vág við mær, hóast "Barjama? skuldi til Havnar.
Men eitt var at koma heim. Eitt annað var at sleppa avstað aftur.
? "Barjama? var farin á land og bleiv vrak, og so vóru góð ráð dýr.
? Vit vóru komin heim í apríl mánaða og skuldi fara til Onglands aftur í Juni. Men vit sluppu so ikki avstað aftur fyrrenn nógv seinni tað summarið, tá ið vit sluppu við Heklu, sum var komin úr Íslandi og skuldi til Glasgow.
Men síðani hevur tað gingið frægari og Hilda hevur verið heima 35 ferðir afturat.
Bæði Doug og børnini trivust væl í Føroyum og tey hava ofta verið her heima og ferðast.
? Serliga tann yngri drongurin, Michael, treivst væl ímillum føroyingar og hann líktust eisini nógv føroyingum í sinni, hann bæði át skerpikjøt, var í grind og tók lut í øðrum, sum fólk tókust við úti á bygd í Føroyum.
? Grindaknív ynksti hann sær, men tað vildu vit ikki, at hann skuldi fáa, tí hann var so lítil. Men einaferð hevði hann fingið eina 10 krónu frá onkrum og hann fór beint at keypa sær størsta dolkin, tey høvdu.
? Og tað var so heppið, at grind kom nakrar fáar dagar aftaná, so hann knívurin kom beinanvegin í brúk.
? Men tann eldri drongurin, hann stóð uppi við kirkjugarðin við spýggjuni í hálsinum, so ymiskir vóru teir.
? Eisini Doug var mangan í Føroyum og altíð skuldi hann niðan á Eggjarnar at hyggja eftir støðini har. Sjálvur var hann radarserfrøðingur í enska flogvápninum undir krígnum og átti síni spor og síni minni uppi á Eggjunum.
Longdist illa
Hilda sigur, at so við og við fall hon betri og betri til í Derbyshire, hon kom at kenna familjuna hjá Doug betri og hon fekk gott samband við grannarnar.
? Og so gjørdi tað ikki støðuna verri, at tey høvdu ikki gloymt meg heima.
? Brøv og pakkar komu í jøvnum streymi við øllum møguligum góðum í og tað var eitt, sum eg gleddi meg eina mest til.
Men tað skerst ikki burtur, at henni longdist rættiliga illa til tíðir. Men hon brúkti ymsar mátar at sleppa um tann ringasta longsulin.
? Onkuntíð, tá ið eg ikki sovnaði - og tað geri enn enn- so fari eg í hugaheiminum líka av Eiðinum og út ígjøgnum alla bygdina, inn í hvørt hús og síggi hvørt fólk fyri mær.
Men hon sigur, at Douglas hevur eisini verið henni ein avbera stórur stuðul í so máta.
? Hóast vit ikki altíð hava havt so nógvan pening um hendi, serliga tey fyrstu árini, so syrgdi hann altíð fyri, at peningur varð settur til síðis, eitt sindur hvønn mánað, so at eg kundi sleppa heim at ferðast.
? Tað var ikki tí, at vit altíð høvdu ráð til tað, men kortini helt hann altíð fast um, at eg mátti sleppa heim at ferðast, so mátti heldur okkurt annað bíða.
? Hann hevði leingi ynskt sær ein bil, og tað royndu vit eisini at savna okkum pening saman til.
Hilda fer at flenna, tí hon sigur, at hon minnist, at arbeiðsfelagarnir hjá Doug argaðu hann hann mangan við hesum vælsignaða bilinum, sum vit royndu at goyma okkum pengar til.
? M.a. argaðu teir hann við at "...nú skal Hilda heim til Føroyar at ferðast, so har reyk róðrið til bilin, ella nú verður ongin motorur í bilinum?..., o.s.fr.? Men bilurin hann kom so kortini.
Hilda sigur, at eitt, sum hjálpir henni ómetaliga nógv er eisini, at hvønn vetur hoyrir hon útvarpið heilt væl, har hon bðr. Tað má vera okkurt í luftini, sum ger tað, men um summarið hoyrir hon tað ikki. Men heilt frá oktober til mars hoyrist útvarpið væl og so lurtar hon eftir tí og situr undir hvørjum orði.
Hon og vinfólk í Føroyum gera eisini nógv burturúr at tosa inn á kasettubond og senda ímillum sín.
Og so hevur hon eisini samband við nakrar aðrar føroyskar konur, ið endaðu í Onglandi uppá sama máta sum hon sjálv. Sjálvandi hevur hon eisini fleiri ferðir havt føroyingar á vitjan.
Eitt gott lív
Nú Hilda er 71 ára gomul, er tað eitt gott lív, hon sær, tá ið hon lítur aftur um bak.
? Eg havi havt eitt gott lív, við einum góðsligum manni og trimum børnum, sum øll klára seg og síni, og sum hava givið henni sjey ommubørn.
? Báðir synirnir undirvísa á universitetum og øðrum hægri skúlum og dótturin hevur alment tænastustarv. Trý av ommubørnunum eru liðug á universiteti, trý ganga á universiteti og tað sjeynda byrjar á universitetinum komandi ár. Børn og ommubørn sær hon nógv til.
? Men so leingi, eg orki, fari eg at koma aftur og aftur.
Men ferðingarhugurin ger, at hon ferðast eisini aðrar leiðir og nú pensjónsárini eru rokkin, eru umstøðurnar góðar ferðast.
?Eg havi verið bæði í Kanada, USA og víða hvar í Evropa. Og í heyst havi eg keypt mær eina ferð til Teilands.
Men hvar hon so ferðast er tað tó eitt, sum liggur fast. Og tað er, at vágbingur, tað verður hon til tað síðsta.
Halda røðu
Av tí, at Hilda hevur verið so oftani heima og ferðast, er jóansøkan ikki so fremmand fyri henni, sum hon er fyri so mangar útisetar.
Hon hevur ofta verið á jóansøku, og tað er serliga kappróðurin, sum hugtekur hana
Tað er ein sera vøkur sjón at síggja allar róðarbátarnar koma skúmandi inn eftir fjørðinum. kanska er tað tí, at eg sjálv búgvi mitt inni í landinum og síggja ikki sjógvin, at eg eri so hugtikin av kappróðrinum. Men Vágsfjørður, hann er eisini vakur í sær sjálvum.
Hóast Hilda ofta hevur verið á jóansøku, verður hendan kortini nakað serligt, tí í ár skal hon halda røðu á hugnaløtu uttanfyri posthúsið leygarkvøldið , tá verður eisini sangur og tónleikur á skránni.