Øll eru samd um at okkurt má gerast

Tað komu nógv sjónarmið fram og nóg løgtingsfólk eru samd um, at nakað munagott eigur at verða gjørt fyri at bøta um møguleikarnar at seta búgv.

 

Tað sigur Bill Justinussen, nú Løgtingið hevur umrøtt eitt uppskot frá Miðflokkinum um at stovna ein bústaðarbanka, sum skal veita fólki bílig lán til bústaðir.

 

Tað var ikki sørt at tingfólk tóku undir við Miðflokkinum, men hóast øll ikki kundi lova at tey tóku undir við hesum uppskotinum, var tað at kalla full semja um, at tiltøk mugu setast í verk fyri at gera tað lættari hjá fólki at seta búgv, kanska serliga úti á bygd, har tað er nógv verri at fáa fígging til bústaðir, tess longri burtur frá Havnini.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Bill Justinussen taka saman um, tá ið FM1 fekk orðið á hann seinnapartin í gjár.