Grindin, sum legði beinini í Hvalba í morgun, verður býtt til tey, sum búgva í Hvalbiar Kommunu.
Níggju hvalir løgdu beinini, og nú teir eru merktir, er talan um 45 skinn tilsamans at býta. Og sýslumaðurin hevur gjørt av, at býtt verður til Hvalbiar sókn. So tað verður smábýtt, men tó so fáa fólk eitt kók í part. Enn er ikki greitt, nær seðlarnir koma út.
Tað var í morgun, at ein maður, sum var staddur í tunnilsbrekkuni til Sandvíkartunnilin, sá eina grind uttanfyri Tjørnunes. Bátar vóru skjótir hjá henni og hon varð rikin til Hvalbiar, har hon legði beinini.