Í Jordan hava myndugleikarnir tíðliga í morgun okkara tíð sett í verk útgonguforboð, sum gevur landsins 10 milliónum borgarum boð um at vera innandura. Forboðið er júst sett í verk við ýlandi sirenum, upplýsa vitni og embætismen í Jordan fyri tíðindastovuni Reuters.
Samráðingar um búskaparligan hjálparpakka settar á pausu í USA
Amerikanskir senatorar og embætismenn í stjórnini hjá Donlad Trump hava sett samráðingarnar um ein stóran hjálparpakka til amerikanska búskapain undir viruskreppuni á pausu.
Tað skriar tíðindastovan Reuters.
Ætanin er taka uppaftur samráðingarnar í dag.
Metvøkstur í tali av smittaðum í Teilandi
Teiland hevur seinasta samdøgrið srkásett 89 nýggj fólk, sum eru smittað við koronavirus.
Tað er higartil størsti vøksturin í talinum av smittaðum í eitt samdøgur, upplýsa teilendskir myndugleikar sambært tíðindastovuni Reuters. Tað eru tilsamans skrásett 411 smittað í Thailandi.
##med2##
Trump gav tíðindamanni skorfleingju fyri at spyrja um virusboðskap
Amerikanski forsetin, Donald Trump, kallaði í gjár tíðindamann hjá NBC News ein »ræðuligan tíðindamann«, tá hann spurdi forsetan, hvat hann fór at siga við amerikanska fólkið, sum eru bangin fyri koronavirusinum.
– Eg fari at siga, at tú ert ein ræðuligur tíðindamaður. Tað er tað, eg fari at siga. Eg haldi, at hatta er ein ljótur spurningur. Eg haldi, at tað er ein ógvuliga vánaligur boðskapur, sum sendir til amerikanska fólkið, segði Trump við tíðindamannin, Peter Alexander.
Øll í Kolumbia skulu í sóttarhald í 19 dagar
Kolumbia setur í gildi sóttarhald fyri øll fólk í landinum, sum kemur í gildi týskvøldið í næstu viku. Tað upplýsti landsins forseti, Ivan Duque, í gjárkvøldið lokala tíð.
Tað er higartil tað mest víðgongda stigið, sum nakað land í Suðuramerika hevur tikið í stríðnum at vinna á koronavirusinum. Sóttarhaldið skal vara í 19 dagar.
Tað eru higartil skrásett 158 smittað í Kolumbia.
##med4##
Ikonisk tjóðarlund í Kalifornia steingir
Í California steingir Yosemite, sum er ein av mest vitjaðu tjóðarlundum í USA, fyri vitjandi vegna koronavirusið. Tað var gjørt klokkan 15 í gjár lokala tíð, skrivar tíðindastovan AFP. Enn er eingin dagur settur á, nær tjóðarlundin letur upp aftur fyri vitjandi.
##med3##
Steingja Bondi Beach fyri at forða virusútbreiðslu
Gitna Bondi Beach í Sydney verður eftir øllum at døma stongd fyribils í royndunum hjá avstralsku myndugleikunum at fáa fólk at virða boðini um at halda seg burtur frá fólki vegna koronavirus.
Sambært Tey Daily Telegraph kemur avgerðin frá politimeistaranum í New South Wales, David Elliot, í dag, eftir at fleiri túsund fólk í gjár ikki virdu boðini frá myndugleikunum.