- Nú er eydnast at finna hóskandi manningartøl at fastlæsa við fyri allar skipabólkar. Nú eru tað ikki bara yvirmenninir, sum bera hýrulækkingarnar, sigur Eyðstein Djurhuus. Ein veikleiki við sáttmálabygnaðinum millum manningarfeløg og reiðarafelagið hevur verið, at samlaðu hýruútreiðslurnar hækkaðu, tá manningartalið lækkaði. Hetta komst av, at eykapartarnir hjá yvirmonnunum vóru ásettir í mun til manningarpartin. Hesin trupuleiki hevur verið størstur, har manningartalið var lágt.
Tað sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Á heimasíðuni hjá felagnum vísir hann á, at fyri nakrar skipabólkar hava eykapartarnir verið fastlæstir við eitt ávíst manningartal.
- Men Føroya Reiðarafelag hevur í mong ár kravt hesa skipan fyri allar bólkar. Hóast okkara felag hevur viðurkent hendan trupuleika, hevur kortini stór ósemja verið um, hvussu eykapartarnir skuldu fastlæsast.
Eyðstein Djurhuus ásannar, at í nýggju sáttmálunum, sum gjørdir eru millum manningarfeløg og reiðarar, er eydnast at finna hóskandi manningartøl at fastlæsa við fyri allar skipabólkar.
- Tað gjørdi tað lættari hjá okkum at semjast um hetta, nú lækkingar í býtisprosenti við lækkandi mannningartali eisini er sett í verk. Tað eru sostatt ikki bert yvirmennirnir, sum bera hýrulækkingarnar, sigur Eyðstein Djurhuus.
Hann vísir á, at manningarfeløgini hava samráðst saman, og hetta hevur borið væl til, sjálvt um feløg til tíðir høvdu ymisk áhugamál.
- Skipabólkarnir fingu greitt at vita, tá samráðingarnar byrjaðu, at semja varð bert skrivað, um øll trý manningarfeløgini vórðu við, leggur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, aftrat.