Øll samferðsla í Føroyum skal leggjast í eitt felag

Strandferðslan, undirsjóvartunlar, og ein partur av Landsverki, skulu leggjast saman - og brúkagjøldum sleppa vit ikki undan, halda løgtingslimir

Alt samferðslukervið í Føroyum skal leggjast í eitt felag - og brúkaragjøldum sleppa vit ikki undan.

Tað var boðskapurin hjá tingfólkum, bæði í samgongu og í andstøðu, hendan dagin støðan hjá Strandferðsluni var til umrøðu í Løgtinginum.

Karlot Hergeirsson, sum hevur sæti á Løgtingi fyri Framsókn, heldur, at skulu vit loysa samferðsutrupulleikan í Føroyum – og samstundis hava eitt nøktandi viðlíkahald, er tað frægasta loysnin at leggja alla samferðsluna saman í eitt felag.

Her hugsar hann um Strandferðsluna og um undirsjóvartunlarnar, Men hann hugsar eisini um tann partin av Landsverki, sum hevur við nýgerð og viðlíkahld at gera. Og hann hugsar somuleiðis um tunlasjakkið, sum er sett at bora smærri tunlar.

Hann heldur, at alt hetta skal leggjast saman í eitt samferðslufelag, og tað skal fíggjast við teimum pengunum, landskassin krevur inn í vegskatti, skrásetingargjaldi, mvg á bilum, og við avgjaldinum, sum er lagt á bensin og diesel. Pengarnir, Strandferðslan fær inn í ferðaseðlum og farmagjaldi, skal eisini fara í felagið.

Karlot Hergeirsson sigur, at verður samferðslan skipað soleiðs, fer hon at hvíla í sær sjálvum, og fær ráð til bæði nýíløgur og viðlíkahald, uttan at nerva fíggjarlógina annars.

Hesum tekur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsfokkin, fult undir við.

Hann sigur, at bara tær íløgurnar, sum liggja fyri framman í tunlum og øðrum útbyggingum á samferðsluøkinum, eru eini 9-10 milliardir, har Suðuroyartunnilin sjálvsagt er nógv tann dýrasti, og fer við einum triðingi av upphæddini.

Og so kemur árligi raksturin afturat, sigur hann.

Hann sigur, at tí noyðist Løgtingið at taka eitt kjak um, hvussu hetta skal leggjast til rættis.

Og hann er sannførdur um, at tað ber ikki at til at fíggja alt hetta á fíggjarlógini og tí verður tað neyðugt at finna aðrar fíggingarhættir.

– Tað snýr seg sjálvandi um brúkaragjøld og eisini tað mugu tora at tosa um, heldur hann.

– Skal alt fíggjast á fíggjarlógini, koma vit aldrin á mál, leggur Erhard  Joensen afturat.

– Fyri at fáa verandi undirsjóvartunlarnar gjørdar, máttu teir leggjast í eitt felag og teir máttu fíggjast við brúkaragjøldum. Tað er ein samhaldsfast skipan, tí tann, sum brúkar teir mest, rinda eisini mest.

Hann vísir á, at landskassin tekur kringvarksgjald frá fólki, sum er markað til Kringvarpið, og landskassin tekur gjald frá fólki til Heilsutrygd og tað fer eisini til Heilsutrygd.

– Er tað so rímiligt, at allur vegskatturin, og alt skrásetingargjaldið av bilum, fara í stóra pott, og verður brúkt til alt møguligt annað, spyr hann.

Hann heldur eisini, at tað ber neyvan til at gera Suðuroyartunnilin til eitt partafelag, tí hann lýkur ikki krøvini til avkast, sum eitt partafelag skal lúka og tí má alt síggjast í eini heild.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at  stóð Sandoyartunnilin einsamallur, og skuldi fíggjast á fíggjarlógini, hevði hann aldrin komið.

Tí mátti hann knýtast upp í Eysturoyartunnilin, leggur hon afturat.

– Vit mugu knýta alt saman, so at tað, sum kastar nógv av sær, fíggjar tað, sum ikki kanstar nakað av sær, sigur Bjørt Samuelsen.

Eisini Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vísir á, at undirsjóvartunlar eru so dýrir, at tað má vera ein samhaldsføst loysn, har allir verða lagdir saman og fíggja hvønn annan.

Johan Dahl sum er úr Sambandsflokkinum, sigur, at tað slepst ikki undan, at brúkaragjøld verður ein partur av fíggingini, tó tað, sum er á fíggjarlógini, strekkur als ikki til.

Eisini hann heldir, at tað, sum kemur inn í vegskatti, skrásetingargjøldum, og øðrum gjøldum, sum hava við ferðslu at gera, skal eisini brúkast til samferðsluna.