Zakarias Wang stillaði á seinasta fólkatingsvali upp uttanflokka, eins og hann hevður gjørt fleiri ferðir áður. Hansara endamál var júst tað sama, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur, at stólurin fer at standa tómur, um hann verður valdur, og at hann ikki fór at taka ímóti pengum, hvørki donskum floksstuðli ella løn.
Hetta eru somu sjónmið, sum Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri førdi fram í formansorðaskiftinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið.
Síðani seinasta fólkatingsval hevur Zakarias Wang teknað seg sum lim í Sjálvstýrisflokkinum, og hann stillaði eisini upp fyri flokkin til seinasta løgtingsval, tá hann gjørdist nummar sjey á listanum við 49 atkvøðum. Á fólkatingsalinum fyri fýra árum síðani fekk uttanflokkalistin hjá Zakarisi Wang 345 atkvøður.
Greitt er ikki, um Zakarias Wang stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin hesaferð.
– Vit hava ikki gjørt av enn, hvør stillar upp, sigur Zakarias Wang, tá vit spyrja hann, og hann fæst ikki at siga, um hann kundi hugsað sær at stilla aftur hesaferð.
Men hann er ivaleysur í, at Sjálvstýrisflokkurin er tann einasti flokkurin, sum veruliga torir at siga og gera tað, sum skal til fyri at sleppa undan, at danir kunnu keypa sær vald gjøgnum føroyskar politikarar.
– Allir hinir flokkarnir eru stuðulsnarkomanar, tí teir taka ímóti donskum pengum fyri at umboða Føroyar í donskum tingi, sigur Zakarias Wang, sum heldur tað vera langt úti, at vaskikonan á Nørrebrúgv skal gjalda løn til føroyskar politikarar.