?Vit mugu royna at gera tey árini, sum eru løgd afturat okkara lívið, so innihaldsrík og virðismikil sum gjørligt, bæði fyri okkum sjálvi og fyri okkara næstringar.
Tað segði Sigvald Kristiansen, fyrrverandi kommunulækni, á eldrasamkomuni í Vági mánakvøldið í sambandi við eldraárið.
Á hugnaløtuni hevði Jógvan Krosslá eisini nakrar hugleiðingar um eldrapolitikkin hjá Vágs Býráð.
Men harumframt var alt, sum hoyrdi eini hugnaligari løtu til, sangur, upplestur, skemtisøgur, kaffi, kakur, nógv prát og væl av fólki.
Síðani Sigvald Kristansen fór frá, hevur hann nakrar ferðir verið avloysari í styttri tíðarskeið og nú hann aftur var í Suðuroy, og loysti annan kommunulæknan á Tvøroyri, Karl Johan Fossá, av, høvdu pensjónistarnir í Vági fingið hann at tosa um viðurskiftini hjá teimum eldru á hugnaløtuni.
Sigvald Kristiansen legði ikki minst dent á týdningin av at hava eitt virki lív í ellisárunum, bæði andliga og likamliga, so væl sum tað yvirhøvur bar til.
? Hann gjørdi orðini til síni um, at ?Øll vilja liva leingi, men ongin vil verða gamal?.
Hann minti eisini á orðini hjá einum donskum lækna, sum segði, at vit verða fødd sum nakað sermerkt, men vit doyggja sum eitt kopi.
?Tað var ikki ætlanin. skulu helst varðveita okkara sereyðkenni alt lívið, eisini ellisárini ístaðin fyri at vit einsrætta hvønn annan.
? Og tað kann t.d. gerast í einum pensjónistafelag, har vit eldru kunnu hittast til hugnaliga samveru, men eisini til at kjakast og at skifta orð um dagsins mál.
Vit hava tað gott
Sigvald Kristiansen segði, at endamálið við eldraárinum 1999 er at viðgera umstøðurnar hjá teimum eldru í Føroyum og at gera vart við tað, sum vit halda krevja ábøtur.
? Sum heild mugu vit siga, at umstøðurnar hjá teimum eldru eru góðar, eins og teir eru hjá næstan øllum samfelagsbólkum
? Vit hava ofta lyndi til at bera okkum saman við onnur lond. Men tað er ikki sagt, at vit hava tað so ringt fyri tað um hendan samanberingin ikki altíð er til okkum fyrimun.
Sigvald Kristiansen vísti á, at taka vit eitt fátækt land í Afrika og samanbera viðurskskiftini har við okkara, er tað til stóran fyrimun hjá okkum.
? Í hesum afrikanska landinum er miðal livialdurin hjá mannfólki ikki meiri enn 44 ár, og hjá konufólki 49 ár.
? Hjá okkum er livialdurin í miðal 74 ár hjá monnum og 80 ár hjá konufólki, so vit liva næstan tvær ferðir so leingi.
? Í hesum fátæka afrikanska landinum doyggja 15% av børnunum. Hjá okkum er tað minni enn 0.5%.
? So bara av hesi samanberingini sæst, at umstøðurnar hjá okkum er nógv betri, enn hjá teimum.
Hann segði, at ein av høvuðsorsøkunum til at støðan er so fræg hjá okkum, er, at okkara samfelagsviðurskifti eru so góð, at vit kunnu valla ynskja tey betri.
?Men sjálvandi er samfelagskipanin ikki fullkomin.
? Og her er tað so okkara uppgáva at gera vart við tað, sum vit halda eigur at verða broytt. Vit eiga at gera vart við tað, sum haltar. Og vit eiga at heita á myndugleikarnar, at eisini hesir báðir bólkarnir fáa so góð kor, sum samfelagið veitir øllum øðrum borgarum.
Býtast upp í trý
Fyrrverandi kommunulæknin segði, at vit kunnu býta tey eldru sundur í tríggjar bólkar eftir heilsu ella førleika.
Tey, sum eru ringast fyri eru tey, sum ikki klára seg sjálvi, men sum noyðast at vera á stovni, har tey mugu fáa hjálp til tað allar mesta.
? Í øllum Føroyum eru 330 í hesum bólkinum. Í Suðuroynni eru tað eini 30, sum eru á stovni.
Hann helt, at hesin bólkurin var í góðum hondum, tí tey fingu tað hjálp, sum tey høvdu fyri neyðini og roynt verður sum frægast at hjálpa uppá tey.
? Men eg veit, at tað er strævið at røkta eldri, óhjálpin fólk, og tí er neyðugt at vit ikki leggja ov tungar byrðar á starvsfólkið á røktarheimum, men geva teimum so góðar sømdir, sum tilber.
Sjálvur ivaðist Sigvald Kristiansen ikki í, at hesin bólkurin er størri enn tølini vísa, tí tað eru so fá stovnspláss, at nøkur noyðast at vera heima.
Í bólk tvey hevði hann koyrt tey, sum eru so illa fyri, at tey noyðast at fáa hjálp til eitt og annað í gerandisdegnum, og tey koma lítið út ímillum onnur.
? Hetta eru fólk, sum hava søkt um stovnspláss, men sum ikki fáa tað.
? Talan er um 630 fólk í øllum landinum. Í Suðuroynni er talan um 40 fólk.
? Hetta tal er helst eisini ov lítið, tí tá ið møguleikarnir at sleppa á ein stovn eru so smáir, so lata fólk vera við at søkja. Talið á umsóknin gevur tí ikki røttu myndina av tørvinum.
?Í hesum báðum fyrstu bólkunum er ikki talan um stórt tal av fólki. Men talan er kortini um ein bólk, sum krevur at fáa betri umstøður. ? Og hóast talan er um fá fólk, er tað tungt fyri kommunurnar og landið, tí talan er um eitt øki, sum kostar nógv.
Í triðja bólkinum eru teir vanligu pensjonistarnir, teir sum klára seg sjálvar við lítlari, ella ongari hjálp.
Hesin bólkurin er nógv tann størsti, í øllum landinum eru vit um 5.200 fólk, í Suðuroynni eru talan um gott 780 fólk.
Hart trýst
Sigvald Kristiansen fortaldi, at hann fekk mangan at vita frá leiðsluni á røktarheimunum og sambýlum, at tað var hart trýst lagt á tey fyri at fáa pláss fyri eldri, óhjálpnum fólki.
? Tey vita ikki síni livandi ráð, tí tey hava bara eitt ávíst tal av plássum og tí er tað trupult, tá ið fólk ringja og ringja fyri at fáa pláss.
Niðurstøðan kundi ikki verða onnur enn, at tað er umráðandi at fáa fleiri røktarpláss.
Men sjálvur helt hann ikki, at vit kundu vænta, at tað blíva fleiri stór røktarheim bygd, sum støðan er í Føroyum.
Tí helt hann, at tað var umráðandi at fáa fleiri sambýli í teimum ymsu kommununum. Og hann helt eisini, at tað er umráðandi, at fleiri kommunur gingu saman um at gera sambýli, har tað er neyðugt.
Hann vísti eisini á, at tørvurin á røktarplássum er nógv vaksin tí fyrr var tað ikki vanligt at fólk fóru á ellisheim, tey búðu heima hjá sínum næstringum, so so hjálptu teimum.
Fyrsta ellisheimið í Føroyum varð ikki bygt fyrrenn í 1936 í Havn.
? Tá vórðu tær ymsu kommunurnar spurdar, um tær vildu verða við til at byggja ellisheim. Men ongin kommuna gjørdi vart seg, uttan Tórshavna Kommuna.
Vanliga hugsanin var, at tað var óneyðugt við ellisheimum, tí tað var ikki føroysk mentan at fólk skuldi flyta á stovn at liva sína seinastu tíð.
?Hesin hugsunnarháttur hevur helst gjørt sítt til, at tað gekk so long tíð, áðrenn ábøtur vórðu gjørdar á hesum øki.
Tí ongi ellisheim vórðu bygd aftur fyrrenn nú í sjeytiárunum.
Men síðani eru tíðirnar broyttar-og tað blivu eisini fleiri og fleiri eldri.
?Vit vita, at við aldrinum koma brek, sum ikki eru so løtt at viðgera heima.
Tann nýggja tíðin setti eisini nýggj krøv og vit góðtaka ikki longur, at gomul og óhjálpin liggja heima.
Tí er tað neyðugt, at vit gera vart við, at tað verða bygt fleiri sambýli.
Ógreitt
Hvør hevur ábyrgdina av, at tilboð eru til tey eldru, sum hava tørv á hjálp og umsorgan, er eitt sindur ógreitt.
Tað eru bæði landið og kommunan, sum hevur ábyrgdina. Og tað merkir, at tað er ringt at siga, hvør hevur evstu ábyrgdina.
? Men helst verður hetta broytt í nýggju kommunulógini, sum ætlanin er at gera, so at ábyrgdin verður løgd á einum stað.
Sjálvur helt hann, at tað er kommunan ið skuldi havt ábyrgdina, tí hon er nærri borgaranum og kennir tørvin betri enn landsmyndugleikarnar.
Taka um endan
Sigvald Kristiansen segði, at har, tey eldri ikki sleppa inn á stovn, eru næstringarnir noyddir at taka um endan.
? Og tað gera tey eisini væl og virðiliga og hjálpa uppá tey gomlu við stuðuli frá heimahjálp, heimasjúkrasystir og kommunulæknum.
?Viðhvørt er eisini neyðugt at gera ymsar ábøtur í heiminum, men tað kann man søkja um stuðul til. Og
er tað eisini neyðugt við ymsum hjálpartól, fáast tey frá hjálpartólamiðstøðini.
Sigvald Kristiansen segði, at eftir hansara tykki var tað mest átrokandi at menna heimahjálpina, so at fólk kunnu fáa meiri heimahjálp. Ikki minst helt hann, at tað var neyðugt at stovna eina kalliskipan so at fólk eisini kundu fáa fatur á heimahjálp um náttina, tí tað hevði verið ein sera stór trygd hjá summum.
Ongin vil verða gamal
Men tíbetur er tað nógv tann størsti parturin av teimum eldru, sum klára seg so nøkunlunda.
Summi hugsa sær ellisárini sum eitt lítið hugaligt tíðarskeið, fylt við brekum.
? Men tað nýtist tað slett ikki at vera.
? Vit vita, at við ellisárunum koma ymisk brekt. Men, tað sum umræður er, at leggja sínar lívsvanar um og laga seg til tey brek, sum elli liggur á okkum.
?Heilsan er treytað av ættarbregðinum umhvørvinum og lívsáskoðan.
? Ættarbregði fáa vit onki gjørt við. Men hitt kunnu vit.
Og tað, sum umræður er at halda seg ?í sving? og at røra okkum, hóast vit ikki altíð halda, at vit orka so væl.
Tað er umhvørvið og okkara livimáti, sum hevur størstan týdningin fyri okkara heilsu. Ikki minst luftin. Og skuldi hann taka eitt ávíst fyribrigdi burturúr heildini, sum er ringt fyri heilsuna, slapst ikki uttanum roykingina
? Tað er ávíst, at royking er eitt tað, sum er ringast fyri heilsuna.
? Tað er vánaligt umhvørvi, sum er orsøkin til tey allarflestu ellisbrekini.
Men liva vit sunt, royka ikki og eta rætt, ber tað ofta til at útseta ellisbrekini í nógv ár, ella fyrbyrgja teimum heilt.
At eta sunt, at lata vera við at roykja, og at vera ?í sving? eru góðar fortreytir til staðar fyri at fáa góð ellisár.
Men tað er eisini neyðugt at hava andlig áhugamál, lesa, kjakast, hava áhuga fyri tí, sum fyriferst rundanum okkum o.s.fr., tí tað hevur eisini stóran týdning at stimbra heilan alla tíðina, segði Sigvald Kristiansen.Hann segði, at skulu vit liva eitt gott lív, ræður fyrst og fremst um at hava tað gott við seg sjálvan.
? Endamálið má vera at gera tey árini, sum eru løgd afturat okkara lívi, so góð og innihaldsrík sum gjørligt.
?Hesi eyka 30 árini, vit hava fingið afturat, skulu helst verða so góð sum gjørligt, bæði fyri okkum sjálvi, og okkara næstringar, segði Sigvald Kristiansen.