LO-formenn ávara ímóti kinesiskari arbeiðsmegi

Tað er ikki bara í Danmark, at summi eru misnøgd við, at fleiri túsund kinesarar skulu til Grønlands at arbeiða undir serligum treytum.

Ugebrevet A4 skrivar í dag, at formenninir í teimum fakligu landsfelagsskapunum í Noregi, Svøríki og Íslandi fýlast á, at tann danska stjórnin ætlar at lata kinesarunum uppihalds- og arbeiðsloyvi í Grønlandi.

Sagt verður, at fakfeløgini í teimum trimum londunum halda lítið um ætlanina hjá Grønlandi at fara undir námsvinu við lágløntari kinesiskari arbeiðsmegi, og at tey mæla donsku stjórnini frá at samtykkja eina lóg, sum loyvir grønlendingum at seta verkætlanina í gongd.

Formaðurin í fakliga landsfelagsskapinum í Noregi, Roar Flåthen, sigur við Ugebrevet A4, at í Noregi hava tey altíð havt ta støðu, at alt arbeiði skal gerast sambært norskum lønar- og arbeiðsviðurskiftum.