Løgmaður á norðurlendskan toppfund

Aksel V. Johannesen fer í morgin á sína fyrstu uttanlandsferð sum løgmaður.

Í morgin verður norðurlendska forsætisráðharrafundur á Marienborg, norðanfyri Keypmannahavn, har stjórnarleiðarar úr øllum Norðurlondum hittast at viðgera politisk mál.


Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen, er millum teirra innbodnu, og verður hetta hansara fyrsta uttanlandsferð sum Føroya løgmaður, og fyrstu ferð, at hann sum løgmaður hittir politisku leiðararnar í grannalondunum.


Løgmansskrivstovan upplýsir, at millum málini, sum eru á skrá, eru marknaforðingar millum norðanlond, samstarvið um Arktis og umhvørvismál.


- Samgongan hevur sett sær sum mál at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Landsstýrið hevur, í samsvari við einmælta løgtings­samtykt, framvegis sum mál at gerast sjálvstøðugur limur, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni.


Á fundinum í morgin verða allir forsætisráðharrarnir í Norðanlondum, stjórnarleiðararnir úr Grønlandi og Føroyum, forsetin í Norðurlandaráðnum og aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.