Løgmaður segði í gjár, at tað er neyðugt at brynja norðurlendska samstarvið til ein heim, sum í løtuni stendur fyri stórum broytingum og avbjóðingum. Í dag og komandi dagarnar hittast norðurlendsku stjórnarleiðararnir á árliga summarfundinum, sum hesaferð er í Vestmannaoyggjum í Íslandi.
Umframt stjórnarleiðararnar í teimum átta norðurlondunum, er Justin Trudeau, kanadiski forsætisráðharrin, eisini boðin við á summarfundin í ár.
– Norðurlond hava ein søguliga sterkan politiskan, búskaparligan og mentanarligan felagsskap. Samfeløg okkara byggja grundleggjandi á somu virði, og av somu orsøk hava vit tað lættari at tosa okkum til sættis um felags loysnir. Avbjóðingarnar eru nógvar og torgreiddar, men vit hava góðar fortreytir at loysa tær í felag. Tað er uttan mun til, um vit tosa um útbúgving, arbeiðsmarknað ella vælferð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
##med2##
Millum málini, ið eru á skrá á summarfundinum eru umhvørvi, orka og veðurlagsavbjóðingar. Spenta støðan í bæði Ukraina og Russlandi fer óivað eisini at fylla nógv komandi dagarnar.
##med3##
Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, er ein teirra, sum ukrainski forsetini, Volodymyr Zelenskyj, hevur tosað við í telefon í gjár í sambandi við spentu støðuna, sum var í Russlandi leygardagin, tá Wagner hermenn vóru á veg til Moskva.
##med4##
Norðurlendsku stjórnarleiðararnir eru:
Áland: Veronica Thörnroos
Danmark: Mette Frederiksen
Finnland: Antti Petteri Orpo
Føroyar: Aksel V. Johannesen
Grønland: Muté B. Egede
Ísland: Katrín Jakobsdóttir
Noreg: Jonas Gahr Støre
Svøríki: Ulf Kristersson
##med5##