Løgmaður sigur nei til ráðharrabilar

Fyri fjórðu ferð verður uppskot um ráðharrabilar vrakað

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Sosialin í dag.

 

– Vit hava fleiri avbjóðingar við hald­føri í føroyska sam­fel­ag­num, so tað kemur ikki upp á tal, at vit fara at geva lands­stýrisfólki ráð­harr­a­bil­ar og soleiðis brúka meira pengar upp á landsstýrisfólk. Tað er púra ó­neyð­ugt, at lands­kass­in skal hava so stórar út­reiðsl­ur av at flyta løgmann og lands­stýr­i­s­fólk aftur og fram.

Tað sigur Aksel V. Jo­hanne­sen, løg­maður, tá Sosialurin spyr hann, um hann fer at gera eftir til­mæl­iønum frá bólk­i­num, sum ráðgevur løg­manni um løn- og eft­ir­løn lands­stýrismanna.

– Vit hava júst tikið av sera lukra­tivu pensjónina hjá løg­tings­fólki, júst fyri at javn­seta tingfólk við onn­ur fólk, og vit hava eis­ini sett aðalstjórar við set­an­ar­sátt­mála heldur enn sum tænastumenn, har teir eisini høvdu ávís ser­rætt­indi, sum onnur ikki hava, og teir fáa heldur ikki tæn­ast­u­mann­a­pensjón, men fáa 15 pro­sent í pensjónsgjaldi, sum flest onnur fólk, sigur hann.

Tað hevur verið so­leið­is, at ein nevnd skal koma við einum áliti í hvørj­um valskeiði um løn­ar­viðurskifti bæði hjá lands­stýr­is­fólki og hjá tingfólki. Men hendan lógin er broytt í ár so­leiðis, at tað framyvir bara verður gjørt eftir á­heit­an.

Hetta er fjórðu ferð, at nevnd­in kemur við upp­skot­i­num um ráðharrabilar til lands­stýrisfólk. Og hetta er fjór­ðu ferð, at uppskotið verð­ur vrakað.