– Landsstýrið er sinnað at endurrinda útreiðslur hjá tónleikafestivalum, sum avlýsa teirra tiltøk í sambandi við almennu tilmælini um at fyribyrgja COVID-19.
Soleiðis sigur Landsstýrið í tíðindaskrivi nú seinnapartin í dag, aftaná tað er greitt, at koronusmittan er blussað upp aftur í Føroyum.
Tí verður ein lóg um stuðul til tónleikafestivalar í sambandi við COVID-19 løgd fyri Løgtingið.
– Vit eru í hægstu summartíð, og mongu áhugaverdu og fjølbroyttu tónleikafestivalarnir kring landið mynda í stóran mun hesa ársins tíð, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
– Hevur koronustøðan við sær, at tað er neyðugt at avlýsa tónleikafestivalar, er talan um ein fíggjarligan smeit hjá fyrireikarunum. Hesa støðuna vilja vit í landsstýrinum bøta um, so at smeiturin ikki verður so dyggur, sigur hann.
Uppskotið um stuðul til tónleikafestivalar, ið landsstýrið ætlar at leggja fyri Løgtingið, verður eftir sama leisti sum í fjør.
G! festivalurin skal eftir ætlan komandi vikuskiftið, og nú er óvist, hvussu fyriskipararnir fara at gera, aftaná hesa útsøgn frá Landsstýrinum. Sigvør Laksá, stjóri í G! Festivalinum, fer at greiða frá í tíðindunum á FM1 klokkan 17 - so lurta tá.