– Tað var ikki sørt skakandi, tá løgmaður í Útvarpi Føroya alment proklamerar, at tað er í lagi at bróta bæði stýrisskipanarlóg og játtanarlóg, – í hvussu er skuldi hetta ikki hava nakrar avleiðingar.
Tað sigur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, í grein hann hevur sent Sosialinum.
Bjørn á Heygum vísir á, at løgmaður kunnger hetta í samband við, at ein samd landsstýrismálanevnd er komin til ta púra greiðu niðurstøðu, at Johan Dahl hevur brotið bæði játtunarlógina og stýrisskipanarlógina við at havt eina óheimilaða meirnýtslu á Strandferðsluni upp á 4,4 milliónir krónur.
– Hann grundgevur hesa legalisering av nevndu lógarbrotum rættuliga sannførandi við at fortelja øllum Føroya fólki, at so hevði hann ikki havt annað at gjørt, enn at loysa landsstýrismenn úr starvi.
– Tí, sum hann segði, ongin helt givnar játtanir. Og hví tað? Jú eftir hansara bestu sannføring var vónleyst hjá hesum somu landsstýrisfólkum at halda seg innan fyri játtanina – t.v.s av somu orsøk máttu tey hereftir hava loyvi bróta lógina, sigur Bjørn á Heygum.
Advokaturin undrast á, at løgmaður einki segði um, at hann fór a stramma upp ella herða – tað kundi nokk aldrin fallið honum inn, heldur Bjørn á Heygum
Bjørn á Heygum vísir á, at løgmður kom eisini við eini sera góðari samanbering við ferðslulógina, tá hann roynda at bagatellisera málið um óheimilaðu meirnýtsluna hjá Johan Dahl. Hann segði, at hetta at brúka heilar 4,4 milliónur ólógliga var ikki annað enn at koyra 81 km/t um tíman í mun til hægst loyvda hámarkið uppá 80 km/t.
– Hvør skal siga - er tað ikki enn einaferð talan um piparnøtur hjá løgmanni, tá vit tosa um milliónir av krónum í almennum peningi?
Bjørn á Heygum vísir á, at løgmaður, sum er settur av fólkinum at hava eftirlit við, at landsstýrismenn útinna sítt starv á lógligan og fullgóðan hátt, kunnger nú púra opið og ósmæði, at tann politikkur, hann og hansara starvsfelagar standa fyri er, at tað er í føroyska samfelagnum er fullkomiliga legitimt at brúka skattaborgarans pening í heimildarloysi.
– Boðskapur løgmans er sostatt greiður, ikki bara til allar núverandi landsstýrismenn, men eisini allar komandi landsstýrismenn – brúkið bara borgarans pening sum tykkum lystir - uttan um játtanir og heimildir løgtingsins - tí hetta fær ongar avleiðingar kortini, sigur Bjørn á Heygum.
At henda undirgraving av øllum givnum heimildum, í veruleikanum er ein total vanvirðing mótvegis løgtinginum, sum við sínum játtanum ásetir greiðar reglur fyri, hvussu skattaborgarans peninguri skynsamiliga skal nýtast í hvørjum eintøkum føri bæði i játtanarlóg og fíggjarlóg, - sær løgmaður eftir øllum at døma ikki sum nakran trupulleika, heldur Bjørn á Heygum.
– Tá løgmaður kann loyva sær slíka arrogancu mótvegis løgtinginum, er tað væl saktans tí hann innast inni als ikki hevur nakra virðing fyri hesum stovni, sum eftirlitismyndugleika.
– Hann hugsar væl sum so, at Føroya Løgting eftir øllum at døma so ússaligt og moralsk viðtikið sum stovnur, at her telur bara politiskur løtuvinningur, pensiónir, skattafríur koyripeningur, borðfæ v.m. At reisa misálit, og taka nakrar avleiðingar fyri princippir, er fyri ein og hvønn livibreyspolitikara alt ov kostnaðamikið, sigur Bjørn á Heygum.
Og hann heldur fram:
– Hægsti politiski leiðari í landinum sleppur sostatt eftir øllum at døma snikkaleysur frá at viðmæla lógarbrot á hægsta stigi. Tað kann sostatt staðfestast, at vit nærkast 1980 árnum aftur við sjeymilaferð, har fullkomið anarki valdaði - júst tí ongin tók avleiðingarnar av nøkrum.
– Tað óskilið endaði við einum heilum samfelag, sum fór á húsagang av berum politiskum kleyvarskapi og abyrgdarloysi. Tað er nógv sum týðir uppá, at søgan endurtekur seg, sigur Bjørn á Heygum.