LØGMAÐUR: ? Vit halda fram sum minnilutalandsstýri

Ongar royndir verða gjørdar at fáa annan flokk upp í samgonguna

Løgmaður segði við útvarpið í kvøld, at hann ikki fer at biða nakran annan flokk koma upp í samgonguna, nú samgongan kom í minniluta, tá Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgonguni.


Løgmaður sigur, at landsstýrið við sínum 15 tingmonnum fer at halda fram sum minnalutalandsstýri - og harvið verður nýggja stýrisskipanin roynd á hesum øki.


Enn er ikki greitt, um nakar flokkur fer at leggja misálitisuppskot fram móti løgmanni og samgonguni, men ivasamt verður, um landsstýrið fær ætlaðu skattalógarbroytingarnar - serliga fyri sjófólkið - samtyktar.