Lutakastið til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verður í 3-2 sjónvarpssendingini hjá Kringvarpinum í kvøld. Givið er hvørji trý av teimum fýra liðnum eru, sum skulu spæla í hálvfinaluni.
Les eisini: Toppskjúttarnir væl fyri
EB/Streymur vann á ótrúligan hátt 4-3 á NSÍ, eftir longda leikltíð. NSÍ var eitt skifti í seinna hálvleiki á odda 3-0. EB/Streymur, sum hevur verið í finaluni seinastu sjey árini, megnaði tó at venda dystinum til 3-3, áðrenn Arnbjørn Hansen í longdu leiktíðini sendi EB/Streym víðari til hálvfinaluna.
Les eisini: Jónas Tór Næs um 4-3 dystin móti NSÍ
HB vann sum væntað 2-0 á AB á Argjum. HB hevur fingið eina góðkenda byrjan upp á kappingarárið. Teir liggja nummar tvey í landskappingini og eru nú á hálvfinaluni. Tað eru tíggju ár síðani HB vann steypakappingina seinast.
Les eisini: Andrew um dystin móti AB
Víkingur vann eisini rímiliga greitt á KÍ í Gøtu. Heimaliðið kom á odda longu aftaná tíggju minuttir. Tíðliga í seinna hálvleiki bleiv tað 2-0, og so hevði KÍ ikki meiri at bjóða upp á. Víkingur er tvífaldur vinnari av steypakappingini og hevur ikki tapt síðani 2011 í kappingini.
Les eisini: Video: Víkingur víðari
Les eisini: Sigfríður klókari hesaferð
Dysturin millum B68 og ÍF er útsettur til fyrst í komandi mánaði. 3-2 byrjar klokkan 19.25. Hálvfinalurnar verða spældar 21. mai og 18. juni. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 30. august.