Løgreglan ger einki við blokaduna á Sandvíkarhjalla

Eini 60 fólk standa uppi á Sandvíkarhjalla og forða fyri, at bilar sleppa út ella inn á arbeiðsplássini hjá byggifyritøkum

Leiðslan hjá byggifyriøtkuni J & K Petersen á Sandvíkarhjalla sendi boð eftir løgregluni í morgun, tá limir í arbeiðarafeløgunum í verkfalli komu niðan at forða fyri, at bilar kunnu koyra út ella inn av arbeiðsplássinum. Báðar tær stóru byggifyritøkurnar J&K Petersen og ArtiCon halda til á Sandvíkarhjalla, har tær millum annað hava blandistøðir til betong. Rættiliga nógv betong verður blandað har, sum verður brúkt ymsastaðni í byggivinnuni.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at bilar, sum vóru lastaðir við betong, sluppu avstað, tí tað hevði verið at gjørt herverk, um tey blokkeraðu ein bil fullan av betongi. Tí tornar tað í bilinum, so er heilt galið.

 

##med2##

##med3##

##med4##

Løgreglan tosaði við Hera Reynheim, formann í Havnar Arbeiðarafelag og Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag. Teir vóru eisini inni hjá J&K Petersen og tosaðu við leiðsluna har.

 

Avbjóðingin er, at fólk hjá J&K Petersen og Articon eru í ymsum fakfeløgunum, og summi eru als ikki í fakfeløgunum. Tey hava tí rætt at arbeiða, helda leiðslurnar. Men arbeiðarafeløgini halda upp á sítt, tey gera verkfalsrakt arbeiði.

 

##med5##

##med6##

##med7##

Løgreglumenninir á staðnum sendu drunnin víðari til løgfrøðingarnar hjá politinum, sum skjótt komu til ta niðurstøðu, at løgreglan blandar seg ikki uppí, men varkfalsvaktirnar hava ikki rætt til at koma inn á grundøkið hjá privatu fyritøkunum. Tey skulu halda seg uttan fyri matrikkulin.

 

Hesi boðini vórðu givin, og tey fáu, sum stóðu innan fyri matrikkulin, fluttu seg.

 

Sera órdramatiskt.

 

– Vit velja okkara kampar, og vit standa her, til verkfallið er av, sigur Georg F. Hansen, tá vit spyrja hann, hvussu leingi tey ætla at standa har.

 

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##