Løgreglan hevur nøkur mál um stuldur av brennievni

Onkur lastbilaeigari í Suðuroy hevur mist brennievni, og onkur er rýmdur frá bensinstøð norðanfyri - uttan at gjalda fyri brennievni.

Myndin er tilvildarlig.

Løgreglan visti í morgun at siga, at tey hava fingið fráboðan úr Suðuroy, har ein lastbilaeigari hevur mist diesel úr bili sínum.

 

- Viðkomandi sigur, at hetta er hent áður, og nú tímdi hann ikki meira og hevði valt at melda hendingarnar til løgregluna.

 

Løgreglan sigur, at tey eisini hava fingið fráboðanir frá onkrari bensinstøð norðanfyri, har fólk, sum hava fylt á bilarnar, eru rýmd uttan at gjalda fyri brenni.

 

Vaktleiðarin sigur, at tey fáa slíkar fráboðanir av og á, og veitst tú ikki, hvør viðkomandi er, verður neyðugt at kanna eitt nú vakmyndir á staðnum.

 

- Vit hava nøkur slík mál um stuldur av brennievni, og vit arbeiða við nøkrum málum, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

 

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.