Løgreglan í Avstralia: Krokodillur eru um tað heila

Í einum øki í Avstralia, sum er rakt av ógvusligum vatnfloymi, búgva 260.000 fólk, og her eru umleið 100.000 saltvatns-og feskvatnskrokodillur

Løgreglan í norðurøkinum í Avstralia ávarar nú sínar íbúgvar ímót at svimja í sjógvi og áum og sigur, at krokodillur eru um tað heila. 

 

Hetta er eftir ringasta vatnfloymin í økinum í fleiri áratíggjur.

 

Ógvusligt regnveður um vikuskiftið hevur ført til, at neyðugt hevur verið hjá fleiri enn túsund íbúgvum at rýma úr sínum heimum.

 

Í býnum Katherine, har vatnstøðan ikki hevur verið hægri síðan 1998, er løgreglan komin við einum óvanligum boðum til íbúgvarnar.

 

- Tað eru krokodillur yvir tað heila. Farið ikki út í sjógv og áir, sigur átaksleiðarin í økinum, Shaun Gill.

 

Og varapolitimeistarin, Travis Wurst, sigur í sínum boðum til íbúgvarnar soleiðis:

 

- Gerið ikki nakað býtt við at leypa í sjógv og áir. Her eru krokodillur og annað, sum kunnu gera lívið hjá tykkum trupult, sigur hann.

 

Ein røð av skúlum í norðurøkinum í Avstralia hava stongt í morgin, og í umrødda øki, har vatnfloymurin hevur verið ringastur, búgva 260.000 fólk.

 

Samstundis, sum bert 260.000 fólk búgva í hesum øki, verður mett, at her eru umleið 100.000 saltvatns-og feskvatnskrokodillur.