Løgreglan kannaði bilførarar og bilar í nátt

- Her sá ógvuliga gott út, og eingi mál vórðu skrivað, sigur løgreglan.

 

Løgreglan hevur javnan ferðsluátøk kring landið, har kannað verður, um bilførarar eru koyriførir, um koyrikortið er uppá pláss og um bilarnir eru í forsvarligum standi.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at løgreglan eisini hevði slík átøk í Norðoyggjum og í miðøkinum í nátt og í gjárkvøldið.

 

- Vit kannaðu soleiðis fleiri bilførarar og bilar, og her sá ógvuliga gott út, og eingi mál vórðu skrivað, sigur løgreglan.

 

Tá slíkar kanningar eru, verður eisini hugt at dekkunum. Seinastu tíðina hevur stundum verið rættiliga hált og fleiri ferðsluóhapp hava verið í hálkuni.

 

- Men, tað sær út til, at bilførarar sum heild eru væl skøddir, og bilarnir eru í góðum standi, sigur vaktleiðarin.

 

Í heyst hevur løgreglan eisini verið úti kring landið og tikið nummarspjøldur, har bilførarar ikki hava goldið fyri trygging, vektgjald - ella hava forsømt kravt bilsýn.

 

- Í nátt misti tveir bilar aftrat nummarspjøldrini, visti vaktleiðarin at siga í morgun. Lagt verður aftrat, at tað annars hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni í nátt.