Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt, og vaktleiðarin veit at siga, at fólk eftir øllum at døma hava skikkað sær væl, eins og ferðslan eisini hevur gingið væl. Í samdøgurfrágreiðingini eru ongar fráboðanir av týdningi.
Men, hevur tað verið friðarligt hjá løgregluni, er tað ikki vist, at tað hevur verið eins friðarligt í túnunum hjá 41 bileigarum í nátt.
- Í nátt hava vit verið úti og klipt nummarplátur hjá tilsamans 41 bileigarum, sum eru í eftirstøðu fyri vegskatt, trygging - ella, sum ikki hava verið til kravt sýn við bilinum.
Vaktleiðarin sigur, at 35 nummarplátur eru kliptar í miðstaðarøkinum - og seks í norðurøkinum, sum røkkur frá Brúnni við Streymin og heilt norður til Fugloyar, sum hann tekur til.
- Vit fáa ein lista frá Akstovuni, og enn eru fleiri nummarplátur eftir at taka. Er tað so, at fólk ikki hava viðurskiftini við vegskatti, trygging ella bilsýni í lagi, er skilagott at fáa hetta í rættlag beinanvegin, sigur vaktleiðarin.