Tað loypti hvøkk á nógv foreldur, tá ein mamma fyri tveimum vikum síðani ávaraði á Facebook um eina skakandi hending, har dóttir hennara hevði møtt einum manni, ið royndi at lokka hana upp í bil sín við at bjóða henni ein túr í Burger King.
Hending vakti ans, og fólk fóru beinanvegin at ávara um barnalokkaran í økinum. Í løtuni er upprunaliga søgan á Facebook deild 369 ferðirnar, umframt at greinin á in.fo, varð nógv deild millum fólk á sosiala miðlinum.
Tað tykist tó, at nógva umrøðan ikki hevur hjálpt nógv upp á málið. Á kriminaldeildini hjá løgregluni verður upplýst, at tey ikki kenna nakað annað til málið enn tað, ið hevur verið á Facebook, og at løgreglan annars ikki hevur fingið nakra fráboðan frá fólki um umtalaða barnalokkara.

Løgreglan onga fráboðan um barnalokkara





