Løgreglan: Tendrið baklyktirnar!

Eru ovfarin av, hvussu nógvir bilar koyra við sløktum baklyktum

 

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at løgreglufólkini, sum í myrkrinum í gjárkvøldið kanna ferðsluna, vóru ovfarin av, hvussu nógvir bilar koyra við sløktum baklyktum.

Tað man vera tí, at fólk seta kontaktina á »auto« og halda so, at alt er í lagi. Men tað er tað ikki. Tí hendan funktiónin ger, at baklyktirnar ikki altíð tendrast. Hendan funktiónin er gjørd, tí at bilar skulu koyra við nærljósum tendraðum eisini í dagsljósi í at kalla øllum londum. Og fyri at spara upp á streymin, hava bilframleiðarar gjørt tað soleiðis, at tað ber til bara at tendra nærljósini framman, uttan at bakljósini tendra í dagsljósi. Men hetta riggar bara ikki so væl, tí er tað tíverri púra vanligt, at bilar koyra við sløktum baklyktum. 

Ráðini eru tí – um lyktirnar ikki kunnu umprogrammerast – at gera sær til vana at tendra nærljósini, hvørja ferð tú fert í bilin.

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur havt eitt átak um júst hendan trupulleika, og tey hava nøkur ráð um tað her.