Løgreglan tók 14 sum tosaðu í fartelefon

- Í Føroyum gevur eitt slíkt brot 1000 krónur í bót, men í Danmark gevur hetta bæði bót og klipp í koyrikortið, sigur løgreglan.

Í gjár hevði løgreglan eitt átak í høvuðsstaðnum, har tey serliga hugdu eftir, um bilførarar tosa í handhildnari fartelefon, meðan koyrt verður.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at hetta var eitt átak, sum tey høvdu í tímunum millum klokkan 11 og 13.

 

- Her vísti tað seg, at heili 14 mál vórðu skrivað, og tað merkir, at 14 bilførarar nú fáa eina bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon undir koyring.

 

Lagt verður aftrat, at í Føroyum gevur eitt slíkt brot 1000 krónur í bót, men í Danmark, har ferðslulógin á hesum øki er strangari, gevur hetta eisini klipp í koyrikortið.