Løgreglan verið eftir nummarplátum

Stormskaði á Sundi og eldur í bili í Klaksvík

Tað eru nakrar av hendingunum úr samdøgursrapportini hjá løgregluni seinasta samdøgrið.

Stórur skaði var á sundi, har ein nýggjur oljutangi, sum er 20 metrar høgur og 20 metrar breiður smokkaði saman í vindinum.

Tangin verður sveisaður á staðnum, og nú skaðin hendi manglaði bara toppurin. Hevði hann verið komin á, so hevði skaðin ikki hent.

Í Klaksvík varð boðað frá eldi í einum bili um sjeytíðina í gjárkvøldið. Talan var um okkurt, sum var galið við útstoytinum, og eldurin varð sløktur við einum eldsløkkjara.

Løgreglan hevur eisini verið úti og tikið nummarplátur av bilum, har eigarin ikki hevur rindað trygging, verið til sýn ella ikki rindað vegskatt. Í hesum sambandi vóru átta sett tikin.

Løgreglan kannað í gjár ferðsluna í Norðurstreymoy, men har var einki at finnast at.