Myndirnar tók Álvur Haraldsen

Løgreglan vil ikki brúkast sum jarnbrot

- Vit vilja ikki brúkast sum jarnbrot hjá nøkrum av pørtunum í stríðnum, sum nú er millum arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar, sigur løgreglan.

Myndirnar tók Álvur Haraldsen

Eini 80 fólk úr arbeiðarafeløgunum vóru á havnalagnum hjá Runavíkar havn um middagsleitið í gjár, tá franska ferðamannaskipið  - Le Boreal - hevði lagt til bryggju, og bussar skuldu koyra oman á økið eftir ferðafólki.

 

Løgreglan var eisini á staðnum, og Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðarafelag, segði við In.fo, at tey høvdu fingið at vita frá løgregluni, at tey ikki hava loyvi at forða bussunum at koyra - og ferðafólkunum at sleppa í bussarnar.

 

Skipið legði til bryggju stutt fyri middag, og um 13-tíðina sluppu ferðafólkini í bussarnar.

 

Harry Benjaminsen legði aftrat, at umboðini fyri arbeiðarafeløgini frammanundan høvdu gjørt av, at talan skuldi vera um eitt friðarligt mótmæli á bryggjuni, og at tey fóru at gera eftir boðum frá løgregluni.

 

##med2##

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at alt tørnaði væl út á havnalagnum hjá Runavíkar havn í gjár, og við samskifti millum partarnar stóðust ongar keðiligar hendingar burtur úr mótmælunum hjá arbeiðarafeløgunum.

 

- Vit vilja ikki brúkast sum jarnbrot hjá nøkrum av pørtunum í stríðnum, sum nú er millum arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar, men okkara uppgáva er at samskifta og royna at loysa støður og møguligar ósemjur við dialogi.

 

Uppgávan hjá løgregluni er at tryggja lóg og landaskil - at byrgja upp fyri, at illstøður ikki taka seg upp, og at eingin kemur í vanda í møguligum stríði, um ósemjur taka seg upp.

 

- Ongar støður eru eins, men í støðuni, sum tók seg upp á havnalagnum hjá Runavíkar havn í gjár, høvdu bussarnir loyvi at koyra, og fólk høvdu loyvi at vera til arbeiðis, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.

 

 

 

Myndirnar tók Álvur Haraldsen

Harry Benjaminsen í samskifti við løgregluna