Tað er Føroya Politi sum hevur lýst smuglarabátin til sølu á Facebook. Báturin kom á Havnina síðst í august í fjør við fýra útlendingum umborð. Ein íslendingur og tríggir danir vóru í grundlógaravhoyring tann 29. august í fjør saman við einum 32 ára gomlum føroyingi, sum varð handtikin, tá hann tók ímóti teimum. Tey vórðu skuldsett fyri at »smugla stórar nøgdir av rúsevnum til Føroya«.
Løgreglan legði hald á 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini í seglbátinum »Rocky«, sum var heimahoyrandi í Kolding.
Fólkini vórðu handtikin um hálvgum tvey tíðina seinnapartin í gjár umborð á seglbátinum, sum lá við Rasmusarbrúgv úti í Bakka í Havn. Tey vórðu løgd í hondjørn, áðrenn tey vóru koyrd í politibilin, søgdu eygnavitni við in.fo tá.
Føroyski maðurin er føddur í 1992. Íslendska kvinnan er fødd í 1986, danska kvinnan er fødd í 1962 og teir tveir donsku menninir, eru føddir í 1989 og í 1981.
Føroya Politi skrivaði soleiðis, tá dómur fall í málinum 7. mars í ár:
Fýra fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar
Føroya Politi hevur í samstarvi við National Enhed for Særlig Kriminalitet (NSK) kannað ein bólk, ið stóð fyri smugling av hassji og amfetamini úr Danmark til Føroyar. Fýra fólk eru í dag dømd í málinum.
Fýra fólk, ið eru millum 32 og 46 ár, fingu fríggjadagin langar fongsulsrevsingar í einum máli um smugling av rúsevnum úr Danmark til Føroyar.
Hetta hendi í Føroya Rætti, sum metti tað vera prógvað, at tey fýra fólkini 29. august 2024 vóru saman um at smugla uml. 22 kg hassji og uml. 3,8 kg amfetamini til Føroyar við einum seglbáti, sum einar tvær vikur frammanundan hevði lagt út á hav úr Horsens.
Ein 43 ára gamal maður úr Horsens var funnin sekur í at flyta rúsevnini við seglbátinum, meðan ein 32 ára gamal føroyingur varð funnin sekur í at taka ímóti ólógligu vørunum í Vágsbotni í Havn, har hann síðan varð tikin av politinum, sum fann rúsevnini í bilinum hjá honum.
Ein 41 ára gamal maður og ein 46 ára gamal maður úr Danmark vórðu dømdir fyri at hava lagt til rættis og skipað fyri rúsevnissmuglingini sum bakmenn. Báðir vóru í januar skuldsettir í málinum undir eini rannsóknar- og handtøkuatsókn, sum NSK gjørdi í samstarvi við fleiri politiøki í Danmark. Skatta- og tollmyndugleikarnir í Føroyum og í Danmark hava eisini stuðlað politinum í kanningararbeiðnum.
NSK stuðlar øllum politiøkjunum í ríkisfelagsskapinum. Hetta málið hevur verið grundfest hjá Føroya Politi. NSK hevur serliga stuðlað við kanningum móti bakmonnunum og við løgfrøðiligum metingum hjá ákæruvaldinum, sum eisini - saman við ákæruvaldinum í Føroyum - hevur møtt í samband við rættarmálið í Føroya Rætti.
##med2##
Dómarnir fullu soleiðis:
32 ára gamal maður: 6 ára fongsulsrevsing
41 ára gamal maður: 11 ára fongsulsrevsing
43 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing
46 ára gamal maður: 7 ára fongsulsrevsing
Tveir persónar, ein 44 ára gamal maður og ein 63 ára gomul kvinna blivu fríkend.
Serákæri hjá NSK, Jeanni Andreeva, sigur:
"Et stærkt samarbejde om efterforskningen i sagen mellem Færøernes Politi og NSK har gjort, at det er lykkedes at finde både smugler, aftager og de ansvarlige bagmænd for transporten af narkotika mellem de to lande. Jeg er godt tilfreds med, at retten har fundet de fire personer skyldige og har udmålt anseelige straffe for forbrydelserne."
Ákærufulltrúi hjá ákæruvaldinum hjá politinum í Føroyum, Ingi Midjord, sigur:
"Dómarnir, sum eru sagdir í Føroya Rætti í dag, eru í samsvari við ta siðvenju, sum vit hava í Føroyum fyri harðari revsing fyri rúsevniskriminaliteti. Ta siðvenju hava vit, tí at rúsevni - umframt at vera oyðileggjandi fyri bæði einstaklingar og samfelag - eisini hava við sær munandi vinning hjá brotsfólkunum. Tað vilja vit sum myndugleikar ikki lata okkum lynda, og tí eri eg nøgdur við dómin hjá rættinum í dag."
Tann 32 ára gamli føroyingurin, tann 41 ára gamli og tann 46 ára gamli maðurin hava kært til frídøming. Tann 43 ára gamli hevur kært fyri at fáa linari revsing. Allir fýra vóru fongslaðir eftir dóm.
##med3##
Um skrivar Føroya Politi á Facebook:
JOUET SEGLBÁTUR TIL SØLU
Føroya Politi setur við hesum ein Jouet 37 seglbát til sølu.
Øll áhugað kunnu síggja bátin frá hósdegnum 21. august 2025 kl. 10.00 til týsdagin 26. august 2025 kl. 09.00. Í hesum tíðarskeiðinum er báturin opin hósdag, fríggjadag og mánadag millum kl. 09.00 og 14.00. Báturin liggur í Álakeri, brúgv 4, pláss nr. 40.
Freistin at koma við einum boði er týsdagin 26. august 2025 kl. 09.00.
Hevur tú hug at bjóða upp á bátin, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til: fo-salg@politi.dk.
Um tú hevur hægsta boðið, tá freistin er farin, seta vit okkum í samband við teg týsdagin 26. august 2025 eftir kl. 10.00. Hendan dagin skalt tú samstundis gjalda og avtala heintan av bátinum.
Um bátin:
• 37 fót seglbátur av merkinum Jouet
• Árg. 1979
• Glasfibur
• Breidd: 3,89 m
• Dýpd: 1,9 m
• Vekt: 8000 kg
• Motorur: Vetus, diesel, 42 hk, koyrt 370 tímar
• Báturin er ikki skrásettur í Føroyum
• Báturin er óruddiligur og verður seldur í tí standi, sum hann liggur
GG: Tað er ikki møguligt at royndarsigla bátin og ikki gjørligt at fáa at vita, hvat onnur hava bjóðað upp á hann.
Minsta boð: 100.000 kr.