Løgtingsvaldagin vera átta HM Play Off dystir á skránni

Um kvøldið spælir Danmark í Parkini

Mynd: Ritzau Scanpix

Sama kvøld - 26. mars - sum nógvir føroyingar fara at fylgja løgtingsvalinum vera átta HM Play Off dystir leiktir kring Evropa.

 

Vinnararnir av teimum átta HM Play Off dystunum skulu spæla fýra "finalur" um rættin at taka lut í HM-endaspælinum í USA, Meksiko og Kanada.

 

So tað verður uttan iva stríð um sjónvarpsskíggjan í nøkrum føroyskum heimum løgtingsvalkvøldið. 

 

Klokkan 19.45 spælir Danmark móti Norðurmakedonia í Parkini. Vinnarin av hesum dystinum møtir vinnaranum av dystinum millum Kekkia og Írland á útivølli.

 

Skráin fyri 26. mars er hendan:

 

Klokkan 17:

 

Turkaland Rumenia

 

Klokkan 19.45:

 

Danmark-Norðurmakedonia

 

Kekkia-Írland

 

Italia-Norðurírland

 

Pólland-Albania

 

Slovakia-Kosovo

 

Ukraina-Svøríki

 

Wales-Bosnia Hersogovina

 

Mynd: Ritzau Scanpix