Við bjarganini av Vejle Boldklub verður roknað við, at spælarar og starvsfólk fáa løn í komandi viku.
Les eisini: Viljormur og Vejle fáa 18 milliónir
Traditionsfelagið, Vejle Boldklub, við fimm donskum meistaraheitum og seks steypasigrum í skápinum fer eftir øllum at døma at liva víðari.
Felagið var hótt av húsagangi, men hevur fingið 18 milliónir krónur frá íleggjarum, og tað merkir bjarging. Tað vil siga, um kreditorarnir góðtaka nýggju ætlanina, eins og onnur viðurskifti skulu fáast í rættlag.
Og tá tað so er komið í ordan, kunnu leikarar og onnur starvsfólk rokna vikð at fáa løn.
- Vit hava sagt, at vit vilja hava alt at vera komið upp á pláss um vikuskiftið ella í seinasta lagi mánadagin. Tá alt er greitt, verður lønin útgoldin, sigur stjórin í Vejla Boldklub, Per Olesen, við Tipsbladet.
- Vit halda fast við, at tey uppsøgdu verða uppsøgd, til alt er komið upp á pláss. Tástaðni verða uppsøgnirnar tiknar aftur, sigur Per Olesen.
Millum tey uppsøgdu er ítróttarstjórin, Mads Bro Hansen, sum eisini áður hevur upplivað at verið uppsagdur. Men ætlanin er, at halda fast við tey fólk, sum hava stríðst og bløtt fyri felagið í truplu tíðunum.
- Tað sigur seg sjálvt, at vit hava verið undir einum stórum trýsti. Nógv hava áhuga í hesum, tí talan er um eitt serligt felag, við stórum virði og søgu. Seinastu fetini eru ikki sjálvsøgd, tí um kreditorarnir siga nei til okkara ætlan, so fara vit á heysin, sigur Per Olesen.