Loftið í Hval­b­i­a­r­tunl­inum hækkað

FERSLUÁBÓT Landsverk hevur í eina tíð arbeitt við at hækka um hædd­ina í Hvalbi­ar­tunli­num, so møg­u­leiki er at koyra í­gjøgn­um við hægri akførum og størri bingjum

Hetta er eydnast so mikið væl, at frá at hava eina frí­hædd upp á 3,0 metrar, er hædd­in nú 3,5 metrar, har hon er lægst. Tað hevur bøtt mun­andi um flutningstørvin til og úr Hvalba.
Møg­u­lei­k­ar­nir fyri flutn­ingi hjá vinnulívinum í Hvalba eru munandi batn­að­ir, eftir at tað er eydn­ast fólki hjá Lands­verki at hækka fríhæddina í Hvalb­ia­r­tunl­i­num við tilsamans hálvum metri.
Upprunaliga var hæddin um­leið 3,0 metrar. Síðani eydn­að­ist tað at skróta so mik­ið nógv av gróti und­an loft­i­num, at komið varð upp í 3,3 metra hædd. Eftir eitt skrót­ing­ar­um­far aft­ur­at, er lægsti av­stand­ur­in mill­um veg­breyt­ina og tunn­ils­loft­ið nú 3,5 metrar.
Landsverk fegnast um, at tað nú ber til at koma í­gjøgn­um við størri akførum og bingj­um, sum vinnulívið í Hvalba hevur eftirlýst. Við ein­um serakfari, har til ber at lækka vognin, letur tað nú seg gera at koyra ígjøgnum við bingj­um í tí vanligastu og mest nýttu støddini.
Tað hev­ur til­sam­ans kost­að um­l­­eið tvær míó. krónur at hækka Hvalbiar­tunnilin.